Húski
14. feb 2025
19.600 húski í Føroyum — 2.700 fleiri enn fyri tíggju árum síðani

Í meira enn helvtini av húskjunum býr ein vaksin ella tvey vaksin saman uttan børn.

Við ársbyrjan vóru góð 19.600 húski í Føroyum. Tað er 321 fleiri enn fyri einum ári síðani og smá 2.700 fleiri enn fyri tíggju árum síðani. Í sama tíggju ára tíðarskeiði er fólkatalið vaksið við yvir 6.000 fólkum.

[px-graph-1]

Í góðum fjórða hvørjum húski - í tali 5.300 húski - býr ein vaksin. Hetta er størsti húskisbólkur. Av teimum 2.700 húskjunum, sum eru komin aftrat seinastu tíggju árini, eru um 45 prosent av teimum støk húski. Næststørsti húskisbólkur, sum er nærum líka stórur sum tey støku, er húskisbólkurin tvey vaksin uttan børn. Við ársbyrjan vóru tey góð 4.900 í tali, sum svarar til ein fjórðing av øllum húskjunum. Hesir báðir húskisbólkar eru sostatt yvir helvtina av øllum húskjum. Í knappliga tveimum triðingum av húskjunum búgva eingi børn. Í miðal eru beint undir trý fólk í hvørjum húski.

[px-graph-2]

Lutfalsliga er tað húskisbólkurin ein vaksin uttan børn, sum er vaksin mest seinastu tíggju árini við einum vøkstri á 31 prosentum. 

 

Stutt um húskini 

Húski eru persónar sum hava sama skrásettan bústað í landsfólkaskránni. Húskini verða gjørd upp fyrst í mánaðinum. Talan er um fulla populatión. Talið á persónum í húskjunum er tað sama, sum fólkatalið í Føroyum. Vaksin eru persónar 18 ár og eldri.

PX Web Graph News