Útflutningur av vørum
16. sep 2021
Útflutningurin av fiskavørum 4,6 mia. kr. fyrstu 7 mánaðirnar
Fyrstu 7 mánaðirnar í ár hava vit útflutt fiskavørur fyri 5% meir enn somu mánaðir í fjør.
Samlaði útflutningurin var 4,9 mia. kr. fyrstu 7 mánaðirnar í ár. Somu mánaðir í fjør var útflutningurin 4,8 mia. kr.
Higartil hava vit útflutt makrel fyri helvtina av virðinum í fjør. 229 mió. kr. í ár móti 465 mió. kr. í fjør.
Laksaútflutningurin er vaksin 18% og var 2,3 mia. kr. fyrstu 7 mánaðirnar.
Útflutningurin av toski minkaði 5% í virði og 7% í nøgd. Nøgdin av upsa minkaði eisini 7%, meðan nøgdin av hýsu vaks 8%. Í virði var tó áleið tað sama útflutt fyri hesi fiskasløgini sum í fjør.
[px-graph-1]
[px-graph-2]