Treystital
07. feb 2022
Konjunkturbarometrið aftur á sama stigi sum undan koronu

Konjunkturbarometrið vísti lutfalsliga stórt fall beint sum korona rakti fyri tveimum árum síðan, men er síðan á sumri í 2020 aftur hækkað og er nú á sama stigi, sum undan korona fór at gera um seg. Nýggjasta kanningin vísir, at hesaferð eru tað serliga ávísarnir fyri privatar tænastuvinnur og byggivinnuna, ið hækka mest, meðan ávísin fyri húsarhald lækkar eitt vet.

Hagstova Føroya hevur júst gjørt tær fimm spurnakanningarnar, ið hava verið gjørdar tvær ferð hvørt ár síðan 2006, sum eru grundarlagið at gera upp konjunkturbarometrið. Hesar fimm kanningarnar geva ábendingar um støðu og væntanir til spurningar um m.a. fíggjarlig viðurskifti hjá húsarhaldum og fýra vinnubólkum umframt metingar um búskaparlig viðurskifti næsta árið. Samanumtikið geva hesar fimm kanningarnar eitt samanvigað treystital, ið eisini verður nevnt konjunkturbarometrið.

"

Í tíðini áðrenn koronufarsóttin rakti fyri tveimum árum síðan, lá treystitalið í støðugari legu, men fall síðan frá 32 til -16 í kanningini á sumri í 2020, ið er størsta fall í barometrinum síðan 2006, tá ið fyrstu kanningarnar av hesum slag vórðu gjørdar. Síðan er treystitalið aftur hækkað fyri hvørja kanning og er nú á 29, ið er nøkulunda á sama stigi sum áðrenn koronufarsóttin rakti.

"

Treystitalið er eitt roknað tal við støði í vektaðum ávísum frá ymsu spurnakanningunum. Til kanningarnar hesaferð hækka ávísarnir mest í privatum tænastuvinnum og byggivinnuni, meðan ávísarnir í vinnubólkunum ‘Tilfeingisvinnan og annar ídnaður’ og ‘Handilvinnan/smásøla’ ikki hækka líka nógv. Ávísin hjá húsarhaldum er hesaferð 5 í mun til 10 á sumri í fjør.

Tænastuvinnan

Í vinnubólkinum “Tænastuvinnan” eru m.a. matstovur, gistingarhús og flutningsfyritøkur umboðaðar. Koronufarsóttin hevur eyðsæð rakt henda vinnubólkin meint.

"

Tá ið koronufarsóttin rakti fyri tveimum árum síðan lækkaði ávísin heili 66 stig, ið er størsta lækking síðan 2006 frá einari kanning til næstu. Eftir stóru lækkingina fyrra hálvár í 2020 hækkaði ávísin nakað næstu tvær kanningarnar og er til hesa seinastu kanningina 57 í mun til 9 á sumri í fjør. Kanningin hesaferð vísir m.a., at fyritøkur í hesum vinnubólki í miðal lata væl betur at gongdini undanfarna árið í mun til tær tríggjar kanningarnar undan hesari. Til spurningin um væntanir til starvsfólkatørv komandi árið, meta alsamt fleiri av fyritøkunum hesaferð, at starvsfólkatørvurin verður størri. Sí meira undir temasíðuni.

Tilfeingisvinnan og annar ídnaður

Í vinnubólkinum “Tilfeingisvinnur og annar ídnaður” eru fyritøkur, ið framleiða fiskavørur til útlendskar marknaðir, væl umboðaðar.

"

Koronutiltøk raktu útlendskar marknaðir av fiskavørum meint, sum førdi við sær at lutfalsliga minkaði útflutningurin av fiskavørum nógv og goymslurnar av lidnum fiskavørum vuksu. Eins og fyri privatar tænastuvinnur lækkaði ávísin tað mesta síðan 2006, men er síðan hækkaður og komin á nøkulunda sama stig sum undan koronu og liggur omanfyri langtíðarmiðal. Ein lítil meiriluti av fyritøkunum metir til hesa kanningina, eins og til kanningina á sumri í fjør, at bíleggingar úr útlandinum í løtuni eru fleiri enn vanliga. Harumframt metir ein enn størri meiriluti til hesa kanningina í mun til kanningina undan hesari, at goymslan av lidnum vørum er ov lítil. Fyri komandi árið svarar ein rímiliga stórur meiriluti av fyritøkunum, at bíleggingarnar eru størri enn vanliga. Til spurningin um, hvussu nógv tryggjað arbeiði er í tal av mánaðum er talan um seks mánaðir, ið er tætt við langtíðarmiðal hjá hesum vinnubólkinum. Sí meira undir temasíðuni.

Byggivinnan

Árini frá 2014 til 2017 var ávísin fyri byggivinnuna støðugur og lutfalsliga høgur, men lækkaði síðan frá 2018 til á sumri í 2020.

"

Í mun til tilfeingisvinnur, annan ídnað og tænastuvinnur, sæst minkingin henda nakað fyrr og áðrenn koronufarstóttin gjørdi um seg. Í trimum teimum seinastu kanningunum er ávísin tó aftur hækkandi. Ein alsamt størri partur av byggifyritøkunum roknar við, at starvsfólkatørvurin komandi árið verður vaksandi. Byggifyritøkur hava í miðal svarað, at tær hava tryggjað arbeiði næstu 13 mánaðirnar, ið eru tveir mánaðir fleiri enn í tveimum teimum seinastu kanningunum undan hesari. Sí meira undir temasíðuni.

Handilsvinna/smásøla

Um hugt verður yvir longri tíð, so sæst ávísin fyri handilsvinnuna lækka so líðandi frá 2016, og hevur seinastu fýra kanningarnar ligið eitt vet undir miðal fyri árini síðan 2006.

"

Í tíðini við koronu er hesin ávísin tó ikki lækkaður eins nógv og ávísarnir fyri hinar tríggjar vinnubólkarnar. Til spurningin um vørugoymslan er nøktandi hava flestu fyritøkur síðan 2006 mett støddina á vørugoymslu verið nøktandi ella ov stóra og í minni mun ov lítla. Til hesa kanningina svara 16% av spurdu handilsfyritøkunum, at vørugoymslan í løtuni er ov lítil, ið er tað mesta síðan 2006. Til spurningin um, hvørjar væntanir eru um sølu komandi árið, gevur svarbýtið nettotalið 19, ið er beint undir miðal fyri øll árini síðan 2006. Til spurningin um starvsfólkatørvin komandi árið, metir eingin handilsfyritøka, at tørvurin minkar – nettotalið er 32, ið er nærum óbroytt í mun til kanningina á sumri í fjør og nakað omanfyri langtíðarmiðal. Sí meira undir temasíðuni.

Húsarhaldini

Ávísin fyri húsarhaldini var í fjør summar 10 og í hesi kanningini 5, t.v.s. ein minking á 5 stig, men framvegis omanfyri langtíðarmiðal eins og í báðum kanningunum undan hesari.

"

Tá ið húsarhaldini skoða aftureftir og meta um fíggjarligu støðuna seinasta árið, so hevur gongdin í nettotalinum til henda spurningin víst eina líðandi minking síðan á sumri í 2019. Til spurningin um fíggjarligu útlitini hjá húsarhaldinum, er nettotalið nærum óbroytt og tætt við langtíðarmiðal. Í mun til spurningin um útlitini fyri búskapin sum heild komandi árið, verður í miðal mett, at búskaparstøðan um eitt ár er óbroytt í mun til støðuna í dag. Á sumri í fjør var nettotalið til henda spurningin 8 og harvið nakað jaligari í mun til kanningina hesaferð. Í seinastu seks kanningunum hevur ein alsamt størri partur av húsarhaldunum svarað, at tey hava ætlanir um at fremja ábøtur á bústaðin komandi árið. Nettotalið til henda spurningin er nú 19, ið er tað mesta síðan 2006. Sí meira undir temasíðuni.