Tinglýsing
07. apr 2022
14.000 tinglýsingarskjøl í 2021 – 6% fleiri enn árið fyri
Áðrenn fíggjarkreppuna øktust tinglýsingarnar støðugt til tað mesta í 2008 við 22.000. Men so fór tað næstan niður í helvt árið eftir og minkaði niður í 9.500 í 2012. Talið av tinglýsingunum vaks síðani spakuliga aftur, og síðstu 5-6 árini hava tinglýsingarnar verið millum 12.000 og 14.000.
[px-graph-1]
Nógv flestu tinglýstu skjølini eru um fastogn so sum skeyti og øðrum ognarheimildarskjøl og lániskjøl. Hesi eru 73% av øllum. Lániskjøl og annað viðvíkjandi akførum eru 25%, og síðstu 2% eru viðvíkjandi leysafæ.
Tinglýsing er almenn skrásetingin av rættindum knýtt at fastari ogn so sum húsum, bústøðum, grundstykkjum og jørð og akførum og ymiskum leysafæ.
Tinglýstu skjølini kunnu vera skeyti o.o. ognarheimildarskjøl, lániskjøl, hjúnasáttmálar, skjøl um avmarkingar í rættindum (servituttir), skjøl um leysafæ og annað.
Danska Domstolsstyrelsen hevði tinglýsingina um hendur fram til 2006. Tá kom tinglýsingin undir Innlendismálaráðið, fyri síðani at gerast ein partur av Umhvørvisstovuni í 2007.