Starvsfólk
15. okt 2024
Knapt 29.600 starvsfólk í september — 0,8 prosent fleiri enn í fjør
Starvsfólkatalið veksur sum heild, men seinasta árið er vøksturin viknaður. Hetta sæst serliga væl, um hugt verður eftir trendinum, sum lýsir gongdina við at reinsa fyri árstíðarfrávik og øðrum tilvildarligum broytingum. Í september vóru 29.584 starvsfólk í Føroyum. Tað eru 231 persónar, ella 0,8 prosent, fleiri enn september í fjør.
[px-graph-1]
Størri vøkstur hjá kvinnum
Í september vóru knapt 15.100 menn og 14.500 kvinnur í starvsfólkaskaranum. Hjá kvinnum vóru 129, ella 0,9 prosent, fleiri samanborið við september í fjør. Hjá monnum var vøkstur á 0,7 prosent, ella 102 starvsfólk.
[px-graph-2]
Aldursbólkurin 30-39 ár er størstur
Um hugt verður at tíggju ára aldursbólkum, var størsti aldursbólkurin í september tey starvsfólk, sum vóru millum 30 og 39 ár. Tey telja góð 20 prosent. Yvir 54 prosent av starvsfólkunum eru tó 40 ár ella eldri.
[px-graph-3]
Tveir triðingar av starvsfólkunum búgva í Suðurstreymoyar- ella Eysturoyar øki
Landkortið vísir starvsfólkabýtið býtt millum øki. Býtið er rættiliga støðugt yvir tíð, og á leið tveir triðingar av starvsfólkunum búgva antin í Suðurstreymoyar- ella Eysturoyar øki.
Meira útgreinaði hagtøl um øki og starvsfólk kunnu síggjast á økissíðunum: Norðoya øki, Eysturoyar øki, Norðstreymoyar øki, Suðurstreymoyar øki, Vága øki, Sandoyar øki, Suðuroyar øki
[px-graph-7]
Ein triðingur av starvsfólkunum uttan bústaðartilknýti eru úr Asia
Fyri at hava bústaðartilknýti skal ein hava búð helvtina av lívinum ella 7 út av 10 samanhangandi árum í Føroyum eina ferð í lívinum. Niðanfyri sæst prosentbýtið av starvsfólkum, sum ikki hava bústaðartilknýti, býtt á heimspartar eftir ríkisborgaraskapi. Helmingurin av teimum uttan bústaðartilknýti er framvegis úr Evropa, serliga Norður- og Eysturevropa, men býtið av starvsfólki við asiatiskum ríkisborgaraskapi hevur havt størsta vøkstur tey seinastu árini og telur nú ein triðing. Samanborið við sama mánað árið fyri vóru starvsfólk við asiatiskum ríkisborgaraskapi uttan bústaðartilknýti vorðin 50 fleiri, sum er ein vøkstur á 7,5 prosent.
[px-graph-5]
Fleiri hagtøl um starvsfólk kunnu síggjast her.
Um starvsfólkahagtølini
Uppgerðin av starvsfólkum fevnir um persónar, ið eru 13 ár ella eldri, og sum í mánaðinum fáa A-skattaða løn svarandi til 4 tímar um mánaðin ella meira gjøgnum Samtíðarskattaskipanina (STSS).
Hagtøl um starvsfólk og størv fylgja leiðreglunum í handbókunum um starvsfólk og størv hjá International Labour Organization (ILO) undir Sameindu Tjóðum. Sambært ILO er eitt starvsfólk ein persónur í arbeiðsførum aldri, sum í styttri tíðarskeiði hevur verið í starvi hjá arbeiðsgevara og hevur framleitt vørur ella veitt tænastur fyri løn. Hetta fevnir um a) persónar í starvi, sum hava arbeitt minst 1 tíma í tíðarskeiðinum (ofta sett til 1 viku) og b) persónar í starvi, men eru fyribils úr arbeiði (sum til dømis sjúkufarloyvi, barsilsfarloyvi ella avspáking).
Keldan til starvsfólk eru mánaðarligar A-skattaðar lønir ígjøgnum samtíðarskattaskipanina (STSS). Í samsvar við altjóða mátið, sum er 1 tíma um vikuna, er mánaðarliga lønarmarkvirðið roknað sum fýra tímalønir hjá einum arbeiðsfólki, av tí tað eru umleið fýra vikur í einum mánaði. Tímalønin er sett sum minstaløn + frítíðarløn eftir sáttmálanum millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag. Tað merkir, at um mánaðarliga lønin er lægri enn markið, telur persónurin ikki við sum starvsfólk tann mánaðin. Sambært Arbeiðs- og Brunaeftirlitinum, kunnu børn yngri enn 13 ár ikki verða sett í arbeiði, og tað er tískil sett sum niðara aldursmark í hagtølunum.
Dagføringar av starvsfólkum
Í fyrru helvt av 2024 hevur verið arbeitt við hagtølunum um starvsfólk, sum nú eru meira útgreinað enn áður. Tær størstu dagføringar í hagtølunum um starvsfólk eru:
- Høvuðsvinnugrein eftir NACE Rev. 2 frá 2008. Hagtølini um starvsfólk eru umskipað til at fylgja altjóða sambærligu flokkingini NACE rev. 2. frá 2008. Fyrsta og annað stig í flokkingini eru beinleiðis sambærlig. Á triðja stigi eru nakrar útvaldar undirvinnugreinar býttar meira sundur fyri at lýsa serføroysk viðurskifti sum best. Høvuðsvinnugrein er tann vinnugreinin, har arbeiðsgevarin hevur størst virksemi.
- Geirar, so nú ber til at býta tal av starvsfólki eftir um arbeiðsgevarin er undir almennum ella privatum ræði. Geiraflokkingin byggir á altjóða flokking í 'European System of Accounts' hjá Eurostat. Geirabýtið í hagtalsgrunninum er ein einfaldari uppseting av hesi flokking.
- Ríkisborgaraskapur hjá løntakarum eru meira útgreinaður í heimspartar og øki.
- Bústaðartilknýti, so til ber at síggja starvsfólk við og uttan bústaðartilknýti.
- Hagtølini koma við fleiri nýggjum mátum:
- Starvsfólk (høvuðsstarv), sum er tal av starvsettum persónum, knýtt at tí starvi, tey fáa størstu lønina. Ein persónur telur bert eina ferð.
- Høvuðs- og hjástørv, sum telur samlaða tal av størvum saman. Ein persónur kann telja fleiri ferðir, um viðkomandi hevur fleiri arbeiðsgevarar.
- Hjástørv, sum bert telur størv, sum starvsfólk hava umframt høvuðsstørvini. Ein persónur kann telja fleiri ferðir, um viðkomandi hevur fleiri arbeiðsgevarar.
- Størv tvørturum vinnugreinar, hvar eitt starv fyri ein persón bert kann telja einaferð í hvørjari vinnugrein/geira, men um viðkomandi hevur størv hjá arbeiðsgevarum í ymsum vinnugreinum/geirum verða størvini tald fyri hvørja vinnugrein/geira.
- Arbeiðsgevarar, sum er talið av arbeiðsgevarum. Teir telja bert eina ferð, har sum teirra størsta virksemi er.
Broyting í hagtølunum
Í samband við dagføringarnar eru hagtølini um starvsfólk endurskoðað. Tað hevur við sær, at samlaða talið av starvsfólki er vaksið eitt vet. Í miðal er talið av starvsfólki nú 500-1500 hægri hvønn mánað, sum kemst av ymiskum orsøkum. Fyrst og fremst av tí, at nýggju hagtølini fevna um fleiri aldrar. Fyrr fevndu tølini um persónar í aldrinum 16-74, men nú telja øll við, sum eru 13 ár ella eldri. Aðrar broytingar fevna um eitt lægri lønarmarkvirði, at fleiri barsilsskrásetingar eru lagdar afturat, og at ávísar útgjaldingar um STSS, sum áður ikki hava verið mettar at vera løn, eru nú rætt skrásettar sum løn. Flestar av hesum vóru skrásettar sum almennar veitingar frammanundan, og nýggja skrásetingin ávirkar hagtølini um starvsfólk. Í samband við broytingarnar eru nýggjastu tølini ikki sambærlig við hagtølini, sum áður hava verið útgivin. Gomlu talvurnar eru tó framvegis tøkar í hagtalsgrunninum, men verða ikki dagførdar framyvir. Tær gomlu talvurnar eru endaðar og liggja í hagtalsgrunninum undir ”Endaðar talvur”.