Arbeiðsloysi
04. jan 2023
Arbeiðsloysið 0,7% í november — framvegis á søguliga lágum stigi

Bæði hjá monnum og kvinnum er arbeiðsloysið 0,7%. Í Vágum og í Eysturoynni er arbeiðsloysið 0,4%.
Arbeiðsleys eru tey, sum eru skrásett hjá ALS og Almannaverkinum, og sum ikki at hava arbeiði, eru fult tøk at arbeiða og eru virkin arbeiðssøkjandi.

Arbeiðsloysið var 0,7% í november, ið svarar til 220 fulltíðararbeiðsleys, og er enn á einum søguliga lágum stigi. Arbeiðsloysið var til samanberingar 0,8% í november í 2021, ið svarar til 250 fulltíðararbeiðsleys.

Ein fulltíðararbeiðsleysur er ein persónur, sum er arbeiðsleysur allan mánaðin. Tað merkir, at eru tveir persónar raktir av arbeiðsloysi ein hálvan mánað hvør, telja báðir samanlagt sum ein fulltíðararbeiðsleysur henda mánaðin. Í november vóru 285 persónar raktir av arbeiðsloysi.

Gongdin vísir, at arbeiðsloysið er støðugt minkað seinastu árini. Í 2020 vaks arbeiðsloysið nakað, tá koronufarsóttin rakti, men er síðani minkað aftur.

[px-graph-1]

Arbeiðloysið 0,7% bæði hjá monnum og kvinnum

Í november var arbeiðsloysið 0,7% bæði hjá monnum og kvinnum. Tað svarar til 120 fulltíðararbeiðsleysar menn og 100 kvinnur. Sama mánað í 2021 var arbeiðsloysið 0,9% hjá monnum og 0,7% kvinnum.

[px-graph-2]

Lægst í Vágum og í Eysturoy

Landkortið vísir arbeiðsloysið eftir øki. Í november var arbeiðsloysið lægst í Vágum og Eysturoynni við 0,4%. Í Sandoynni var arbeiðsloysið 1,7%.

[px-graph-3]

Arbeiðsloysið lægst millum tey 45 til 54 ára gomlu

Arbeiðsloysið er lægst millum tey 45-54 ára gomlu við 0,5% og hægst millum tey 25-34 ára gomlu við 1,0%. 

[px-graph-5]

13% eru langtíðararbeiðsleys

Myndin niðanfyri vísir, hvussu leingi fólk hava verið rakt av arbeiðsloysi. Í november vóru 33 persónar ella 13% av teimum arbeiðsleysu langtíðararbeiðsleys. Tað vil siga, at tey høvdu verið arbeiðsleys meira enn eitt ár. Sama mánað í 2021 vóru 46 persónar ella 16% av teimum arbeiðsleysu langtíðararbeiðsleys.

[px-graph-4]

 

Arbeiðsloysi sum hugtak

Arbeiðsloysisuppgerðin hjá Hagstovu Føroya og hjá hagstovum í londum kring heimin fylgir allýsingum um arbeiðsloysi hjá International Labour Organisation (ILO), sum er stovnur undir Sameindu Tjóðum. 
Eftir allýsingini eru arbeiðsleys tey, sum ikki hava nakað arbeiði, eru fult tøk á arbeiðsmarknaðinum og eru virkin arbeiðssøkjandi.

Í mánaðarligu arbeiðsloysisuppgerðini hjá Hagtovu Føroya eru arbeiðsleys tey, sum eru skrásett hjá ALS og Almannaverkinum og lúka allýsingina omanfyri.

PX Web Graph News