Fosturtøkur
09. sep 2022
Fosturtøkurnar nakað fleiri og eru nú sum fyri 10 árum síðani
Av tí at tølini eru smá, kunnu sveiggini vera stór frá einum ári til annað. Tó er gongdin greið, har tølini sum heild hava verið minkandi, eisini tá talið av fosturtøkum verður roknað í mun til talið av livandi føddum.
Seinnu helvt at 90-unum vóru fosturtøkurnar í miðal 50. Eftir aldarskiftið vóru tær um 40-45. Í fyrru helvt av 10’unum vóru tær um 30 og síðan 2015 hava tær verið um 25. Nú er talið av kvinnum í burðarførum aldri nógv broytt hesi árini, eins og føðitalið. Men eisini tá vit rokna í mun til føðitalið, er gongdin tann sama, eins og myndin niðanfyri vísir.
[px-graph-1]
Vøkstur í aldursbólkinum 25-29 ár
Samanbera vit aldursbýtið í fosturtøkutíttleikanum – roknaður eftir talinum av kvinnum í hvørjum aldursbólki – so er mynstrið broytt nakað, soleiðis at tað nú er lægst millum yngstu kvinnurnar, síðan veksur til tað mesta í aldursbólkinum 25-29, og síðani minkar støðugt í teim eldru aldursbólkunum.
Í Norðurlondum er nógv lægsti fosturtøkutíttleikin í Føroyum
Samanbera vit við hini Norðurlondini, er nógv lægsti títtleikin, roknaður fyri talið av fosturtøkum í mun til talið av livandi føddum, í Føroyum. Her er títtleikin um 50 fyri hvørji 1.000 livandi fødd, samanborið við 200-300 í hinum Norðurlondunum. Undantikið í Grønlandi, ið er í serstøðu.