Fólkatal
15. mar 2023
Knapt 54.300 fólk búðu í Føroyum í februar - vøksturin er 1,2%

Fólkatalið vaks við 634 persónum seinasta árið, og 1. februar búðu 54.273 fólk í Føroyum. Tað svarar til ein vøkstur á 1,2%, sum er eitt vet minni enn í undanfarna tíðarskeiði.

Fólkavøksturin í Føroyum heldur fram á níggjunda ári. Seinasta árið hevur hann verið lakari enn undanfarnu árini, og tað kemur serliga av stóru minkingini í burðaravlopinum. Hinvegin vigar ein vøkstur í nettoflytingini í stóran mun upp ímóti hesum, so samanumtikið vísir trendurin í myndini niðanfyri framhaldandi vøkstur í fólkatalinum. 

[px-graph-1]

Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð. Vøksturin seinasta árið kemur av einum burðaravlopi á 144 fólk og eini nettoflyting á 490 fólk. Talvan niðanfyri vísir millum annað lítlan vøkstur í nettoflytingini og stóra minking í burðaravlopinum samanborið við undanfarna tíðarskeið. 

feb

Nettoflytingin óbroytt

Myndin niðanfyri lýsir gongdina í til- og fráflytingini. Síðani 2020 hevur lutfalsliga stórur vøkstur verið í bæði tilflyting og fráflyting. Nærum javnfjaru trendarnir greiða frá, at tilflytingin og fráflytingin eru vaksnar líka nógv. Nettoflytingin, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, er tí enn tann sama sum í 2020 og telur umleið 40 fólk í miðal mánaðarliga. 

[px-graph-2]

Burðaravlopið minkað

Trendurin í myndini niðanfyri lýsir gongdina í føði- og deyðatalinum. Gongdin í deyðatalinum hevur verið sera støðug seinastu mongu árini, men høga deyðatalið í fyrru helvt av 2022 sæst aftur í trendinum. Gongdin í føðitalinum hevur verið spakuliga minkandi síðani 2020, tá føðitalið var lutfalsliga høgt. Burðaravlopið, sum er munurin millum føðitalið og deyðatalið, er tí minkað nógv seinastu tvey árini.

[px-graph-3]

Flestu kommunurnar vaksa

Fólkavøkstur var í 21 av 29 kommunum seinasta árið. Størsti vøksturin var í Tórshavnar, Runavíkar og Nes kommunu, meðan størsta minkingin var í Hvalbiar og Sumbiar kommunu.  Sí fleiri tøl í talvuni niðanfyri, sum vísir fólkatalið í kommununum við tilhoyrandi bygdum 1. februar 2022 og 2023.

[px-graph-4]

Fólkatølini eru ein mánað afturút
Orsøkin til, at fólkatølini eru ein mánað afturút, er at seinkingar eru í skrásetingunum, serliga flytingar, har fleiri verða skrásettar eftir at uppgjørdi mánaðurin er liðugur. Fyri at fáa tær flestu rættingarnar við, verður bíðað ein mánað, so at uppgerðin verður so rættvísandi sum gjørligt.

Stutt um fólkatølini
Fólkatalið er øll fólk, sum sambært Landsfólkaskránni eru skrásett at búgva í Føroyum.
Hagtøl um fólkatalið fevna um øll, sum eru skrásett at búgva í Føroyum, har tey eru lýst við føðidegi, kyni, føðistaði, ríksborgaraskapi, borgarastøðu, upplýsingum um møguliga tilflyting og fráflyting, innlendis eins og millum Føroyar og útlond.

Stutt um trendin
Trendurin lýsir rákið í fólkatalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í fólkatalinum.

PX Web Graph News
Viðm.: Uppgjørt fyrst í mánaðinum
Viðm.: Uppgjørt fyrst í mánaðinum