Arbeiðsloysi
05. jul 2022
Arbeiðsloysið 0,9% í apríl

Í apríl var arbeiðsloysið 0,9%, ið svarar til 265 fulltíðararbeiðsleys.

Arbeiðsleys eru tey, sum eru skrásett hjá ALS og Almannaverkinum, ið ikki at hava arbeiði, eru fult tøk at arbeiða og eru virkin arbeiðssøkjandi.

Myndin niðanfyri vísir arbeiðsloysið og gongdina í arbeiðsloysinum. Káma strikan vísir arbeiðsloysisprosentið og sterka strikan vísir gongdina ella trendin í arbeiðsloysinum.  

Arbeiðsloysið var 0,9% í apríl, ið svarar til 265 fulltíðararbeiðsleys. Tilsamans vóru 328 persónar raktir av arbeiðsloysi.

Arbeiðsloysið var til samanberingar 1,5% í apríl í fjør. Trendurin vísir, at arbeiðsloysið er støðugt minkað seinastastu árini. Í 2020 vaks arbeiðsloysið nakað, tá koronufarsóttin rakti, men er síðani minkað aftur.

[px-graph-1]

Í apríl var arbeiðsloysið 0,9% hjá monnum og 0,8% hjá kvinnum. Sama mánað í 2021 var tað 1,6% hjá monnum og 1,4% hjá kvinnum.

[px-graph-2]

Landkortið vísir arbeiðsloysið eftir øki. Í apríl var arbeiðsloysið lægst í Norðoyggjum og Eysturoynni við 0,5%. Í Suðuroy er arbeiðsloysið 2,1%.

[px-graph-3]

Myndin niðanfyri vísir, hvussu leingi fólk hava verið arbeiðsleys. Í apríl vóru 56 persónar ella 17,1% av teimum arbeiðsleysu langtíðararbeiðsleys. Tað vil siga, at tey høvdu verið arbeiðsleys meira enn eitt ár. Sama mánað í 2021 vóru 10,5% langtíðararbeiðsleys.

[px-graph-4]

Hví eru arbeiðsloysistølini tveir mánaðir afturút?

Arbeiðisloysistølini eru umleið tveir mánaðir afturút, tí fleiri seinkaðar skrásetingar um tey arbeiðsleysu verða gjørdar, eftir at uppgjørdi mánaðurin er liðugur. Fyri at fáa tær flestu rættingarnar við verður bíðað góðar tveir mánaðir, so at uppgerðin verður so rættvísandi sum gjørligt.

Stutt um arbeiðsloysi

Arbeiðsleys hava einki arbeiði, eru fult tøk fyri arbeiðsmarknaðin og eru virkin arbeiðssøkjandi.

Arbeiðsleys eru persónar millum 16 og 66 ár, sum eru skrásettir sum arbeiðsleysir hjá ALS og Almannaverkinum eftir treytunum omanfyri.

Tvey mát verða brúkt at gera arbeiðsloysið upp: fulltíðararbeiðsloysi og rakt av arbeiðsloysi.

Rakt av arbeiðsloysi: Tal á persónum, sum hava verið arbeiðsleysir ein dag ella fleiri í mánaðinum.

Fulltíðararbeiðsleys: Av tí at øll ikki eru arbeiðsleys allar dagarnar í einum mánaði, verða øll, sum eru rakt av arbeiðsloysi, umroknað til fulltíðararbeiðsleys. Til dømis verða tveir persónar, sum eru arbeiðsleysir ein hálvan mánað hvør, umroknaðir til ein fulltíðararbeiðsleysan.

Arbeiðsloysisprosent: Fulltíðararbeiðsloysið í mun til støddina á arbeiðsfjøldini.

Stutt um trendin

Gongdin er lýst við trendinum, ið vísir rákið í arbeiðsloysinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í arbeiðsloysinum.

PX Web Graph News