Gistingar
22. apr 2022
11.800 gistingar í mars — 23% fleiri enn í fjør
Gistinæturnar vóru góðar 2.200 gistinætur fleiri samanborið við sama mánað í 2021. Gistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista á gistingarhúsum.
[px-graph-1]
Flestu gistingarnar eru í Tórshavnarøkinum. Í mars vóru 95% av gistingunum á gistingarhúsum í Tórshavnarøkinum.
[px-graph-2]
Føroyingar áttu gott 4.600 ella 39% av gistináttunum á gistingarhúsunum í mars. Talið av gistináttum hjá føroyingum minkaði við 22% í mun til mars í 2021.
Hinvegin tvífaldaðist talið av gistináttum hjá dønum, og talið av gistináttum hjá fólkum úr øðrum londum enn Danmark vaks við 62% samanborið við í mars í fjør.
[px-graph-3]
Innskrivingar
Innskrivingarnar vóru knappliga 5.700 í tali í mars. Tað er 15% fleiri enn í mars í fjør. Innskrivingarnar vísa talið av ferðafólkum á gistingarhúsunum, sama hvussu leingi tey gista.
Talið av ferðafólkum úr øðrum londum enn Føroyum og Danmark er farið at vaksa aftur. Innskrivingarnar eru meira enn ferfaldaðar síðan mars í 2021. Tær eru nú yvir 900 í tali, og nærkast nú sama stigi sum í mars 2019, tá tær vóru beint omanfyri 1.000.
[px-graph-4]
Nýtslustig
Nýtslustigið vísir, hvussu stórur partur av tøku kømrunum verður brúktur. Góð 39% av kømrunum vórðu brúkt í mars, samanborið við 29% í mars í fjør.
[px-graph-5]
Orðalýsingar
Persónsgistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista. Um 10 fólk gista 3 nætur, eru hetta 30 gistinætur.
Innskrivingar telja, hvussu nógvar innskrivingar eru. Um 10 fólk skriva seg inn, eru hetta 10 innskrivingar, óansæð hvussu leingi tey gista. Eisini skrásett, um talan er um frítíðar- ella starvsferð.
Kamarsnætur telja, hvussu nógv og hvussu leingi kømur verða brúkt. Um 10 fólk gista í 5 kømurum í 3 nætur, eru hetta 15 kamarsnætur.