Brúkaraprístal
15. jul 2021
Brúkaraprísirnir í miðal øktir 3,1 prosent seinasta árið

Brúkaraprísirnir annan ársfjórðing vísa, at í miðal eru prísirnir øktir bæði í mun til fyrsta ársfjórðing í ár og sama ársfjórðing í fjør. Samanborið við fyrsta ársfjórðing í ár er brúkaraprístalið økt 1,1 prosent, og í mun til sama ársfjórðing í fjør eru brúkaraprísirnir í miðal øktir 3,1 prosent.

Brúkaraprístalið er yvirskipað sett saman av 12 vøru- og tænastubólkum. Tað er ymiskt, hvussu stóra ávirkan vørurnar og tænasturnar hava á brúkaraprístalið. Býtið av nýtsluni hjá brúkaranum er avgerandi fyri, hvussu nógv vørurnar og tænasturnar ávirka prístalið.

Í mun til árligu broytingina í umleið 3 ár innan korona rakti, hevur árliga broytingin í brúkaraprístalinum í Føroyum og aðrastaðni í Evropa hesa fyrstu tíðina við koronu ligið á lægri stigi, men seinastu tvær uppgerðirnnar vísa nú aftur lutfalsliga stóran samlaðan prísvøkstur.

"

Hetta seinasta árið eru prísir innan vøru- og tænastubólkarnar ‘Hotel og matveitarar’ og ‘Útbúgving’ minkaðir og prísir á bólkinum ‘Klædnavørur og fótbúnaður’ eru nærum óbroyttir. Innan aðrar høvuðsbólkar av vørum og tænastum eru prísirnir øktir hetta seinasta árið, harav prísir innan ‘Býli’ og ‘Flutningur’ eru øktir mest. Brúkaraprístalið fyri 2. ársfjórðing í ár er 124,6, sum er 1,1% hægri enn brúkaraprístalið fyri 1. ársfjórðing í ár og 3,1% hægri í mun til 2. ársfjórðing 2020.

"

Brenniolja til upphiting av býlum og brennievni til akfør eru lutfalsliga stórur partur av samlaðu nýtsluni hjá einum miðal føroyskum húsarhaldi og hevur tí eisini lutfalsliga stóra ávirkan á brúkaraprístalið. Høvuðsorsøkin til minni vøkstur í samlaða brúkaraprístalinum fyrstu tíðina eftir at korona gjørdi um seg, var lutfalsliga stóra fallið í altjóða oljuprísinum. Samstundis er lutfalsliga stóri prísvøksturin á brenniolju frá seinastu uppgerðini ein av høvuðsorsøkunum til tann samlaða vøksturin í prístalinum.

"

Ein onnur høvuðsorsøk til samlaða prísvøksturin er lutfalsliga stórur vøkstur í prísi á bilum, sum í miðal eru øktir 12% seinasta árið.

Myndin niðanfyri vísir, hvussu stórt ískoyti frá prísbroytingum innan ymsu vøru- og tænastubólkarnar til samlaða prístalið er, tá hædd verður tikin fyri, hvussu nógv vit keypa av ymsu vørunum og tænastunum. Bilar og brennievni til akfør eru partur av vørubólkinum ‘Flutningur’ og brenniolja til upphiting av býli er partur av vørubólkinum ‘Býli’. Myndin vísir, at vakstrarískoytið frá hesum høvuðsbólkum er størst og samanlagt 2 prosentstig av samlaða árliga vøkstrinum á 3,1%.

"