Arbeiðsloysi
28. apr 2025
Arbeiðsloysið var 1,2 prosent í mars

Í mars var arbeiðsloysið 1,2 prosent, sum er óbroytt samanborið við sama mánað í fjør.
[px-graph-1]
Fulltíðararbeiðsleys er talið av teimum, sum eru rakt av arbeiðsloysi, umroknað til fulltíðararbeiðsloysi. Til dømis telja tveir persónar, sum hava verið arbeiðsleysir í ein hálvan mánað hvør, samanlagt sum ein fulltíðararbeiðsleysur persónur.
Í mars vóru 352 fulltíðararbeiðsleys, sum eru 12 færri enn árið fyri. 416 persónar vóru raktir av arbeiðsloysi, sum eru 11 færri enn í mars árið fyri.
[px-graph-2]
Arbeiðsloysið er minni hjá kvinnum
Í mars vóru 153 kvinnur raktar av arbeiðsloysi, sum eru 21 færri samanborið við í fjør. Í fulltíðararbeiðsloysi svaraðu tær til 129, sum er eitt arbeiðsloysi á 0,9 prosent. Hetta er 0,2 prosentstig lægri samanborið við sama mánað árið fyri.
263 menn vóru raktir av arbeiðsloysi, sum eru 10 fleiri enn í mars í fjør. Arbeiðsloysið hjá teimum var 1,4 prosent við 224 fulltíðararbeiðsleysum monnum. Hetta er 0,1 prosentstig hægri samanborið við sama mánað árið fyri.
[px-graph-3]
Sandoyar øki minst arbeiðsloysi
Landkortið vísir arbeiðsloysi eftir bústaðarøki. Í mars var arbeiðsloysið minst í Sandoyar øki við 0,3 prosentum. Tað er 0,7 prosentstig lægri enn mars í fjør. Størsta arbeiðsloysið í mars var í Suðuroyar øki við 3,2 prosentum. Hetta er 0,5 prosentstig lægri enn í fjør.
Fleiri útgreinaði hagtøl um arbeiðsloysi býtt á øki kunnu síggjast á økissíðunum: Norðoya øki, Eysturoyar øki, Norðstreymoyar øki, Suðurstreymoyar øki, Vága øki, Sandoyar øki, Suðuroyar øki
[px-graph-4]
Arbeiðsloysið minst hjá teimum 45 ár og eldri
Størsta arbeiðsloysið var millum tey 25-34 ára gomlu við 1,5 prosentum. Hetta er 0,2 prosentstig lægri enn í fjør. Minsta arbeiðsloysið var hjá teimum í aldrunum 45 til 54 ár og 55 til 66 ár við 0,9 prosentum.
[px-graph-5]
Ellivu prosent eru langtíðararbeiðsleys
Myndin niðanfyri vísir, hvussu leingi fólk hava verið rakt av arbeiðsloysi. Størsti bólkur, 34 prosent ella 141 persónar, av teimum arbeiðsleysu í mars høvdu verið arbeiðsleys millum 30 til 89 dagar.
Í mars vóru 46 persónar ella 11,1 prosent av teimum arbeiðsleysu langtíðararbeiðsleys. Tað vil siga, at tey hava verið arbeiðsleys í longur enn eitt ár (365+ dagar). Tólv persónar fleiri vóru langtíðararbeiðsleysir í mars samanborið við sama mánað í fjør. Tá var teirra býti av teimum arbeiðsleysu átta prosent.
[px-graph-6]
Arbeiðsloysi sum hugtak
Arbeiðsloysi sum hagfrøðiligt hugtak byggir á altjóða hugtakið hjá International Labour Organisation (ILO), sum er stovnur undir Sameindu Tjóðum. Eftir hugtakinum eru arbeiðsleys tey, sum ikki hava nakað arbeiði, eru fult tøk á arbeiðsmarknaðinum og eru virkin arbeiðssøkjandi.
Hvussu verður arbeiðsloysi uppgjørt hagfrøðiliga?
Keldan til arbeiðsloysisuppgerðina eru tey, sum eru skrásett hjá Arbeiðsloysisskipanini og Almannaverkinum og lúka omanfyri nevndu treytir. Keldurnar, og harvið arbeiðsloysisuppgerðin hjá Hagstovu Føroya, fevna bert um persónar í aldrinum 16-66 ár.
Skulu altjóða samanberingar gerast, er tað arbeiðsloysið frá kanningini av arbeiðsmegi, sum skal brúkast. Sí Arbeiðsmegi, kanning.