Tinglýsing
13. apr 2023
Fleiri tinglýsingarskjøl um fastognir, færri um akfør

Í fjør vórðu sløk 14-túsund rættindaskjøl av ymiskum slagi tinglýst. Hetta er 1% færri enn í 2021. Av fastognarskjølum, ið eru nógv tey flestu, var vøksturin 7%, meðan tað var ein stór minking í tinglesingini viðvíkjandi akførum við 26%.

Áðrenn fíggjarkreppuna var talið av tinglýsingum støðugt veksandi til tað mesta í 2008 við 22-túsund. Men so fór tað næstan niður í helvt árið eftir og minkaði niður 9.500 í 2012. Vaks síðani spakuliga aftur, og síðstu 8 árini hevur talið av tinglesingum verið millum 12- og 14-túsund. 

Tinglýsing er almenna skrásetingin hjá avvarðandi landsmyndugleika av rættindum yvir fastari ogn, so sum húsum o.ø. bústøðum, grundstykkjum og jørð, servituttum, akførum og ymiskum leysafæ.

Tinglýstu skjølini kunnu vera skeyti o.o. ognarheimildarskjøl, lániskjøl, hjúnarsáttmálar, skjøl um avmarkingar í rættindum (servituttir), skjøl um leysafæ o.a. 

Tinglýsingin varð fyrisitin av danska Domstolsstyrelsen fram til 2006. Tá kom tinglýsingin undir Innlendismálaráðið, fyri síðani 1. juni 2007 at gerast ein partur av Umhvørvisstovuni.

[px-graph-1]

Nógv flestu tinglýstu skjølini eru viðvíkjandi fastognum, so sum skeytum o.ø. ognarheimildarskjølum, lániskjølum o.ø. viðv. fastogn. Hesi eru økt upp í 79% av øllum. Lániskjøl o.a.. viðv. akførum eru fækkað til 19%, og síðstu 2% eru viðvíkjandi leysafæ. 

Greinin varð rættað 12:42 tann 13. apríl 2023. Í undiryvirskriftini vóru tølini skeivt endurgivin og eru nú rættaði.

Tinglýsing er almenn skrásetingin av rættindum knýtt at fastari ogn so sum húsum, bústøðum, grundstykkjum og jørð og akførum og ymiskum leysafæ.

Tinglýstu skjølini kunnu vera skeyti o.o. ognarheimildarskjøl, lániskjøl, hjúnasáttmálar, skjøl um avmarkingar í rættindum (servituttir), skjøl um leysafæ og annað.

Danska Domstolsstyrelsen hevði tinglýsingina um hendur fram til 2006. Tá kom tinglýsingin undir Innlendismálaráðið, fyri síðani at gerast ein partur av Umhvørvisstovuni í 2007.

PX Web Graph News