Løn (A-skattað)
20. des 2021
910 milliónir í lønum í november

Í november vórðu góðar 910 milliónir útgoldnar í lønum. Tað eru næstan 50 milliónir meira í mun til sama mánað í fjør.

Trendurin, sum lýsir rákið í lønargjaldingunum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar, vísir, at eftir eitt lítið ár við lítlum og ongum vøkstri, vaksa lønargjaldingarnar aftur. Seinastu mánaðirnar hevur hesin vøksturin tó verið avtakandi.

[px-graph-1]

Grafurin omanfyri er livandi. Nú er møguligt at flætta (en. embed) livandi grafar sum hendan á tykkara heimasíðu, eitt nú í tíðindagreinar. Tað gevur brúkarunum á tykkara heimasíðu somu livandi grafar, sum á hagstova.fo.

Við livandi grafum er tað møguligt at halda músina yvir eina linju á grafinum, og soleiðis síggja t.d. lønargjaldingarnar ein ávísan mánað. Eisini er møguligt at hála í tíðarlinjuna og leingja vísta tíðarskeiðið á grafinum, t.d. aftur til 1985 í lønargjaldingunum.

Soleiðis flætta tit grafin í tykkara síðu: Trýstið á burgaramenuina (knøtturin við trimum strikum) ovast í høgra horni. Veljið síðani “Flætta graf í síðu”. Trýstið á knøttin “Avrita kotu” og setið inn kotustubban á heimasíðu tykkara.

Menn og kvinnur

Myndin niðanfyri vísir lønargjaldingarnar fyri kynini bæði. Kámu strikurnar vísa útgoldnu lønirnar, og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin.

Í november áttu menninir um 560 milliónir av lønargjaldingunum, ið svarar til góð 60% av útgoldnu lønunum. Tað eru um 35 milliónir fleiri enn sama mánað í fjør. Kvinnurnar áttu 350 milliónir, sum eru um 15 milliónir meira enn sama mánað í fjør.

Hjá monnunum vaksa lønargjaldingarnar nú aftur eftir eitt ár í stillstøðu. Trendurin vísir, at hjá kvinnum heldur vøksturin fram, tó ikki við somu ferð sum áður.

[px-graph-2]

Vinnugreinabólkar

Trendurin vísir, at lønargjaldingarnar í 'almennari o.a. tænastu' nú ikki vaksa við somu ferð. Í 'privatu tænastuvinnunum' vaksa lønargjaldingarnar nú skjótari enn áður, meðan í 'byggivinnu o.a. tilvirking' minka lønargjaldingar.

[px-graph-3]

[px-graph-4]

Í talvuni niðanfyri eru lønargjaldingarnar seinasta árið taldar saman og samanbornar við sama tíðarskeið árið fyri.

[px-graph-5]

Stutt um lønargjaldingarnar

Lønargjaldingar eru A-skattskyldugar lønir, sum fyritøkur við heimstaði í Føroyum gjalda. Hagtølini fevna bara um løn fyri útint arbeiði. Aðrar samsýningar og útgjøld, so sum veitingar og eftirlønir eru ikki roknaðar uppí. 

Allar lønargjaldingar, sum lúka oman fyri nevndu krøv, verða taldar uppíuttan mun til um lønarmóttakarin er føroyingur ella útlendingur. 

Stutt um trendin

Trendurin lýsir rákið í lønargjaldingunum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar.

Stutt um høvuðsvinnugreinabólkarnar

Fiskivinna o.a. tilfeingisvinnur fevnir um hesar vinnugreinarnar: Landbúnaður, Fiskiskapur, Ali- og kryvjivirki, Ráevnisvinna, Fiskavøruídnaður og Ótilskilað v.m.

Byggivinna o.o. tilvirking fevnir um hesar vinnugreinarnar: Skipasmiðjur, smiðjur, Annar ídnaður, Bygging og Orku- og vatnveiting

Privatar tænastuvinnur fevnir um hesar vinnugreinarnar: Handil og umvæling, Gistihús og matstovuvirki, Sjóflutningur, Flutningur annars, Postur og fjarskifti, Fígging og trygging, Vinnuligar tænastur, Húshaldstænastur og Felagsskapir, mentan o.a.

Almenn o.o. tænasta fevnir um hesar vinnugreinarnar: Almenn fyrisiting v.m.: Landsfyrisiting, Kommunur og ríkisstovnar, Undirvísing og Heilsu- og almannaverk.

PX Web Graph News