Fólkatal
10. jun 2025
Stívliga 54.900 fólk búðu í Føroyum 1. mai — vøksturin var 0,6%

1. mai búðu 54.903 fólk í Føroyum. Fólkatalið vaks við 329 fólkum, ella 0,6 prosentum, seinastu tólv mánaðirnar. Vøksturin var tann sami sum í undanfarnu tólv mánaðunum.

Fólkavøksturin, sum tók dik á seg í 2014, náddi toppin á sumri í 2019, tá fólkatalið vaks við umleið 900 fólkum ella 1,8 prosentum uppá eitt ár. Síðan tá er fólkavøksturin støðugt minkaður niður í ein triðing, og seinastu tólv mánaðirnar vaks fólkatalið við 329 fólkum, sum svara til 0,6 prosent. Fólkavøksturin var javnt býttur millum burðaravlop og nettoflyting.

[px-graph-1]

Størri burðaravlop og minni nettoflyting

Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð. 

Fólkavøksturin seinasta árið var javnt býttur millum burðaravlop og nettoflyting á ávikavist 164 og 165 fólk. Tá burðaravlop og nettoflyting verða sett í mun til fólkatalið, svarar tað til eitt burðaravlop á 3,0 børn fyri hvørji 1.000 fólk og eina nettoflyting á 3,0 fólk fyri hvørji 1.000 fólk.

Burðaravlopið var størri enn í undanfarna tíðarskeiði, tí hóast nøkur fleiri doyðu, so vóru tað uppaftur fleiri børn, sum vóru fødd. Nettoflytingin minkaði nakað í mun til undanfarna tíðarskeið, tí meðan færri fluttu úr Føroyum, vóru uppaftur færri, sum fluttu til Føroya. Í undanfarna tíðarskeiði var burðaravlopið á 2,6 og nettoflytingin á 3,7 fyri hvørji 1.000 fólk.

Sí fleiri tøl í talvuni niðanfyri.

mai

Færri flyta

Trendarnir í myndini niðanfyri vísa mánaðarligu gongdina í til- og fráflytingini. Gev gætur, at síðstu seks mánaðirnir í trendinum skulu takast við fyrivarni, tí teir ikki hava fult dátugrundarlag.

Trendurin fyri flytingarnar mánað fyri mánað gevur ábending um, at minkandi gongdin í tilflytingini heldur fram meðan gongdin í fráflytingini ikki minkar eins nógv.  

[px-graph-3]

Støðugari gongd í føði- og deyðatalinum

Trendarnir í myndini niðanfyri lýsa gongdina í føði- og deyðatalinum mánað fyri mánað. Gev gætur, at síðstu seks mánaðirnir í trendinum skulu takast við fyrivarni, tí teir ikki hava fult dátugrundarlag.

Mánaðarligi trendurin gevur ábendingar um, at gongdin í føði- og deyðatalinum, sum seinasta hálvtannað árið hevur verið vaksandi, nú er meira støðug.

[px-graph-4]

Fólkatalið í kommununum 

Í kommununum vaks fólkatalið mest í Tórshavnar kommunu, har yvir 40 prosent av fólkinum í Føroyum býr. 

Næststørsti fólkavøkstur var í Nes kommunu, har fólkatalið nú hevur rundað 1.600 íbúgvar, og triðstørsti vøksturin var í Sjóvar kommunu. Serliga á Strondum, sum er størsta bygdin í kommununi, er fólkatalið vaksið munandi seinastu árini, og nú búgva 1.100 fólk í bygdini. 

Á fjórða plássi var Skálavíkar kommuna, har tað nú búgva knapt 180 fólk. Seinasta árið vaks fólkatalið við 40 fólkum, sum svarar til ein lutfalsligan vøkstur á næstan 30 prosent. Seinast, fólkatalið í Skálavíkar kommunu lá um 180, var í 2007. 

Sí fleiri tøl í talvuni niðanfyri, sum vísir fólkatalið í kommununum við tilhoyrandi bygdum 1. mai 2024 og 2025. 

[px-graph-5]

Fólkatølini eru ein mánað afturút
Orsøkin til, at fólkatølini eru ein mánað afturút, er at seinkingar eru í skrásetingunum, serliga flytingar, har fleiri verða skrásettar eftir at uppgjørdi mánaðurin er liðugur. Fyri at fáa tær flestu rættingarnar við, verður bíðað ein mánað, so at uppgerðin verður so rættvísandi sum gjørligt.

Stutt um fólkatølini
Fólkatalið er øll fólk, sum sambært Landsfólkaskránni eru skrásett at búgva í Føroyum.
Hagtøl um fólkatalið fevna um øll, sum eru skrásett at búgva í Føroyum, har tey eru lýst við føðidegi, kyni, føðistaði, ríksborgaraskapi, borgarastøðu, upplýsingum um møguliga tilflyting og fráflyting, innlendis eins og millum Føroyar og útlond.

Stutt um trendin
Trendurin lýsir rákið í fólkatalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í fólkatalinum.

PX Web Graph News
Viðm.: Uppgjørt fyrst í mánaðinum
Viðm.: Gev gætur, at síðstu seks mánaðirnir í trendinum skulu takast við fyrivarni, tí teir ikki hava fult dátugrundarlag.
Viðm.: Gev gætur, at síðstu seks mánaðirnir í trendinum skulu takast við fyrivarni, tí teir ikki hava fult dátugrundarlag.
Viðm.: Uppgjørt fyrst í mánaðinum