18. des 2023
Kanning: Hvussu nógv granska vit í mun til onnur lond?
Talan er um tvey ymisk spurnabløð um gransking og menning, eitt til fyritøkur og eitt til stovnar. Spurnakanningarnar verða gjørdar árliga og eru sendar fyritøkum og stovnum fyri kortum.
Kanningin er gjørd í samstarvi við Granskingarráðið og Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan.
Gransking og menning í tí privata
Spurnakanningin til fyritøkurnar skal vísa, í hvønn mun tær fáast við gransking og menning. Hugt verður eisini at, hvaðani fíggingin til granskingar- og menningarvirksemi stavar, hvussu nógv arbeiðsorka verður nýtt, og innan hvørjar vísindagreinar granskingin og menningin fer fram.
Føroyska útgávan av spurnakanningini brúkar sama leist sum í øðrum londum, ið er ásettur av OECD. Spurningarnir eru royndir saman við føroyskum fyritøkum til tess at tryggja, at teir eru so skilligir og greiðir sum møguligt.
Allar fyritøkur, ið eru mettar at fremja gransking og menning, eru spurdar.
Gransking og menning í tí almenna
Gransking og menning fer eisini fram í tí almenna, og tí eru almennir stovnar eisini ein partur av hesari kanning. Spurnablaðið er líkt tí, sum privatar fyritøkur fáa, men leggur størri dent á, hvussu arbeiðsorkan verður nýtt, og hvaðani fíggingin til virksemið stavar.
Til tess at tryggja sambærlig hagtøl brúkar føroyska útgávan av spurnakanningini sama leist, sum verður nýttur í hinum norðurlondunum. Spurningarnir eru royndir saman við føroyskum stovnum, soleiðis at teir eru so greiðir sum til ber.
Allir stovnar, ið eru partur av kanningini, verða bidnir um at svara spurnablaðnum.
Gransking og menning í Norðurlondum
Kanningin í 2020 vísti, at Svøríki var tað norðurlandið, ið brúkti mest pening fyri hvønn íbúgva til gransking og menning. Ísland var tað landið, ið brúkti minst, heilar 5.700 norskar krónur (3.950 danskar krónur) fyri hvønn íbúgva minni enn toppskorarin Svøríki.
Kelda: nifu.brage.unit.no