Innflutningur av vørum
16. jun 2022
Innflutningurin vaksin 2,2 milliardir krónur seinasta árið

Innflutningurin í 12-mánaðarskeiðnum frá mai 2021 til apríl 2022 var 10,5 milliardir krónur. Hetta er 27% vøkstur frá undanfarna skeiði.

Innflutningurin í apríl er nú uppgjørdur, og í talvuni niðanfyri ber til at síggja innflutningin seinasta 12-mánaðarskeið samanborið við undanfarna skeið.

Størsti vøksturin stavar frá innflutningi av brennievni, ið er vaksin 625 milliónir krónur ella 66,4%. 

Skipainnflutningurin er vaksin 552 milliónir krónur.

Innflutningurin av "maskinum o.a. útgerð", tilfari "til aðra framleiðslu" og "rávøru til fiskavirking" er vaksin 899 milliónir krónur ella 28%. 

 

[px-graph-1]

 

PX Web Graph News