Innflutningur av vørum
19. nov 2019
Innflutt skip fyri meir enn hálva milliard

Innflutningurin vaks hálva mia. kr seinasta árið (okt. 18-sep.19), samanborið við undanfarna ár.

Størsti vøksturin er í innflutningi av skipum, har vit hava innflutt fyri næstan 600 mió. kr. seinastu 12 mánaðirnar. Undanfarna ári var tað bert 11 mió.

Um vit ikki telja skipini við, var innflutningurin áleið tann sami seinasta árið sum undanfarna ár.

Tað er stór minking í innflutninginum av maskinum og amboðum og eisini er nakað minni innflutt av byggitilfari.

Hinvegin er meir innflutt av tilfarið til annan ídnað og eisini er innflutningurin av fóðri vaksin.

a