Útflutningur av vørum
18. okt 2021
Útflutningurin fyrstu 8 mánaðirnar

Fyrstu 8 mánaðirnar í ár hava vit útflutt fiskavørur fyri 7% meir enn somu mánaðir í fjør.

Samlaði útflutningurin var 5,7 mia. kr. fyrstu 8 mánaðirnar í ár. Somu mánaðir í fjør var útflutningurin 5,5 mia. kr.

Í 2019, sum er tað árið vit higartil hava havt mestan útflutning, varð eisini útflutt fyri 5,7 mia. fyrstu 8 mánaðirnar. Fyrstu mánaðirnar í ár var útflutningurin væl minni enn í 2019, men hesar seinastu mánaðirnar er meiri útflutt, so útflutningurin nú er ájavnt við 2019.

Útflutningurin av makreli er á sama støði sum í fjør í nøgd, meðan virðið er 20% lægri enn í fjør. Útflutningurin av sild og svartkjafti er hægri, bæði í nøgd og virði.

Laksaútflutningurin er vaksin 17% og var 2,6 mia. kr. fyrstu 8 mánaðirnar.

Útflutningurin av toski minkaði 14% í virði og 17% í nøgd. Nøgdin av upsa minkaði 6%, meðan nøgdin av hýsu vaks 7%. Í virði var tó áleið tað sama útflutt fyri hesi fiskasløgini sum í fjør.

[px-graph-1]

[px-graph-2]

 

PX Web Graph News