Innflutningur av vørum
16. sep 2021
Innflutningur vaksin 7% higartil í ár

Fyrstu 7 mánaðirnar í ár varð innflutt fyri 4,9 milliardir krónur, sum er 300 milliónir meira enn somu mánaðir í fjør.

Innflutningurin til og við juli er nú gjørdur upp, og innflutt varð fyri 4,9 milliardir krónur. Hetta er ein vøkstur á 7% í mun til í fjør. Um skip og flogfør ikki verða tikin við, er vøksturin næstan 10%.

Innflutningurin av vørum til byggivirksemi er minkaður, men í flestu av hinum vørubólkunum er vøkstur.

Størsti vøksturin er í bólkinum maskinur og onnur útgerð til vinnuna. Har er innflutt fyri 158 milliónir krónur meira, sum er ein vøkstur á 37%.

Tað er eisini stórur vøkstur í innflutninginum av vørum til húsarhaldsnýtslu. 10% meira er innflutt av hesum vørum.

 

[px-graph-1]

PX Web Graph News