Gistingar
30. sep 2021
Gongd komin aftur á gistingarnar - stívliga 27.100 gistingar í august

Tað er met fyri augustmánað. Gistingingarnar eru vaksnar 73% samanborið við august í fjør. Í mun til august í 2019 er vøksturin 20%.

Í august í ár vóru 27.147 gistingar á føroysku gistingarhúsunum. Tað eru góðar 10.400 fleiri gistinætur samanborið við sama mánað í fjør. Gistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista á gistingarhúsum.

[px-graph-1]

[px-graph-2]

Talið av gistináttum hjá dønum vaks í august við 56% í mun til sama mánað í fjør, meðan talið av gistináttum hjá fólkum úr øðrum londum enn Føroyum og Danmark meira enn tvífaldaðist. 

Síðan korona rakti, hava føroyingar átt bróðurpartin av gistingunum, men í august áttu føroyingar einans 11% av gistináttunum. Tað er umleið á sama stigi, sum tað var í august 2019.

[px-graph-3]

Innskrivingar

Innskrivingarnar vísa talið av ferðafólkum á gistingarhúsunum, sama hvussu leingi tey gista. Innskrivingarnar vóru gott 9.400 í tali í august, sum er 84% fleiri enn í fjør. Vøksturin er 4% meira enn sama mánað í 2019. 

[px-graph-4]

Nýtslustig

Nýtslustigið vísir, hvussu stórur partur av tøku kømrunum verður brúktur. Um 70% av kømrunum vórðu brúkt í august, samanborið við 52% í fjør. Í 2019 var nýtslustigið 89%. 

Í fjør vaks talið av kømrum munandi, tí tvey størri gistingarhús eru latin upp og onnur útbygd, og tí er rúm er fyri fleiri vitjandi. Nýtslustigið er tí lægri enn í 2019, hóast gistingarnar vóru fleiri.

[px-graph-5]

Gistingar og innskrivingar higartil í ár

Verður hugt at tølunum higartil, sæst at bæði gistingarnar og innskrivingarnar eru nærum tvífaldaðar í mun til í fjør.

[px-graph-6]

Orðalýsingar

Persónsgistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista. Um 10 fólk gista 3 nætur, eru hetta 30 gistinætur.

Innskrivingar telja, hvussu nógvar innskrivingar eru. Um 10 fólk skriva seg inn, eru hetta 10 innskrivingar, óansæð hvussu leingi tey gista. Eisini skrásett, um talan er um frítíðar- ella starvsferð.

Kamarsnætur telja, hvussu nógv og hvussu leingi kømur verða brúkt. Um 10 fólk gista í 5 kømurum í 3 nætur, eru hetta 15 kamarsnætur.

PX Web Graph News