Starvsfólk
13. sep 2022
27.600 løntakarar í august — 1% fleiri enn í fjør
Seinastu tvey árini hevur vøksturin verið avmarkaður samanborið við gongdina í løntakaratalinum undan koronufarsóttini. Tað bendir trendurin á, sum lýsir rákið í løntakaratalinum.
[px-graph-1]
Fallið, sum sæst í grafinum, er í aprílmánaði í 2020, tá landið var farið niður í ferð.
Fleiri menn og kvinnur í løntakaraskaranum
Myndin niðanfyri vísir løntakaratalið fyri bæði kyn. Kámu strikurnar vísa løntakararnar í tali, og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin.
Í august vóru um 14.100 menn og 13.500 kvinnur løntakarar. Tað er um 130 menn og 130 kvinnur fleiri enn sama mánað í fjør.
[px-graph-2]
Gongdin ymisk í vinnugreinunum
Myndirnar niðanfyri vísa løntakaratalið og mánaðarligu gongdina í teimum fýra høvuðsvinnugreinunum.
Í 'almennari o.a. tænastu' og 'privatu tænastuvinnunum' hevur vøksturin verið javnur seinastu árini.
[px-graph-3]
[px-graph-4]
Innan 'byggivinnu o.a. tilvirking' minkaði løntakaratalið í 2020 eftir at hava vaksið í fleiri ár. Í 2021 stóð løntakaratalið í stað, men í ár er talið aftur minkað nakað.
[px-graph-5]
Innan 'fiskivinnu o.a. tilfeingisvinnu' eru sveiggini í løntakaratalinum størri enn í hinum vinnugreinabólkunum, men síðani aldudalin í 2011 sæst ein greiður vøkstur. Hesi árini eru løntakararnir í hesum vinnugreinabólkinum vorðnir umleið 700 fleiri — úr 3.500 upp í nú umleið 4.200.
[px-graph-6]
Talvan niðanfyri vísir løntakaratalið í ymsu vinnugreinunum, sum hoyra undir vinnugreinabólkarnar. Talvan vísir løntakaratalið í august borið saman við sama mánað í fjør.
[px-graph-7]
Lutfalsliga størri partur annan enn danskan ríkisborgaraskap
Alsamt størri partur av løntakaraskaranum hevur annan enn danskan ríkisborgaraskap. Í august høvdu 6,3% av løntakarunum annan enn danskan ríkisborgaraskap. Í august í fjør var parturin 5,0%. Fyri tíggju árum síðani høvdu 2,4% av løntakaraskaranum annan enn danskan ríkisborgaraskap.
Størsti parturin starvast innan fiskavøruídnað, gistihús og matstovuvirki, ali- og kryvjivirki, umframt húsarhaldstænastur.
[px-graph-8]
Seinasta árið er talið av løntakararum aðrastaðni frá enn úr Evropa vaksið og er nú 3,2% av løntakaraskaranum. Sama mánað í fjør vóru tey 2,3%.
[px-graph-9]
Stutt um løntakarar
Ein løntakari er millum 16 og 74 ár, fær A-inntøku og hevur bústað í Føroyum í tíðarskeiðinum, tá lønin verður útgoldin. Løntakarar eru tey, sum í einum mánaði fáa løn útgoldna, sum í minsta lagi er ájavnt eina dagløn hjá ófaklærdum arbeiðsfólki. Hetta, uttan mun til um arbeiðsgevarin er føroyskur ella útlendskur.
Stutt um trendin
Trendurin lýsir rákið í løntakaratalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar.
Stutt um vinnugreinabólkarnar
Fiskivinna o.o. ráevnisvinna fevnir um hesar vinnugreinarnar: Landbúnaður, Fiskiskapur, Ali- og kryvjivirki, Ráevnisvinna, Fiskavøruídnaður og Ótilskilað v.m.
Byggivinna o.o. tilvirking fevnir um hesar vinnugreinarnar: Skipasmiðjur, Smiðjur, Annar ídnaður, Bygging og Orku- og vatnveiting.
Privatar tænastuvinnur fevnir um hesar vinnugreinarnar: Handil og umvæling, Gistihús og matstovuvirki, Sjóflutningur, Flutningur annars, Postur og fjarskifti, Fígging og trygging, Vinnuligar tænastur, Húshaldstænastur og Felagsskapir, mentan o.a.
Almenn o.o. tænasta fevnir um hesar vinnugreinarnar: Almenn fyrisiting v.m. (landsfyrisiting, kommunur og ríkisstovnar), Undirvísing og Heilsu- og almannaverk.