Treystital
12. jul 2024
Konjunkturbarometrið fellur framvegis
Samlaða konjunturbarometrið er samansett soleiðis, at brúkarin vigar 20 prosent, og vinnan vigar 80 prosent. Í vinnuni er tað tilfeingis- og ídnaðarvinnan, sum vigar mest við 40 prosentum, síðan kemur tænastuvinnan við 30 prosentum og byggivinnan og handilsvinnan við hvør sínum 5 prosentum.
[px-graph-1]
Konjunkturbarometrið er nú -5. Tað er væl niðan fyri langtíðarmiðal, sum er 16. Tað er ymiskt, hvønn veg gongdin vendir. Konjunkturbarometrið sigur nakað um, hvussu húsarhald og vinna meta, at tíðirnar eru, og geva ábending um búskapargongdina. Talvan niðanfyri vísir ávísan fyri hvørja kanning sær.
[px-graph-2]
Húsarhaldini meta fíggjarstøðu teirra verða eitt vet betri um eitt ár
Føroysku húsarhaldini ella brúkararnir eru nakað bjartskygdari nú, enn tey hava verið seinastu tvey árini. Ávísin fyri brúkaravæntanirnar er nú 4. Brúkararnir meta fíggjarligu støðu teirra um eitt ár sammett við í dag at vera eitt lítið vet betri.
[px-graph-3]
Góður fjórðingur fær endarnar júst at røkka saman
Eins og í seinastu kanningunum undan hesari, er tað áleið ein fjórðingur, ið sigur, at tey fáa júst endarnar at røkka saman. Áleið 60 prosent siga seg spara nakað upp. Hóast stóran prísvøkstur seinastu trý árini, eru tað ikki fleiri, ið siga seg mugu læna pening.
[px-graph-4]
Fer húsarhaldsnýtslan at vaksa?
Nýtsluatferðin hjá føroysku brúkarunum hevur týdning fyri handilsvinnuna, tí brúkarin keypir stóran part av teimum vørum, sum hendan vinnan bjóðar út á føroyska marknaðinum. Hesa ferð eru fleiri, ið siga seg meta, ta verða røttu løtuna at gera størri keyp, til dømis húsbúnað og eltól. Tað eru eisini fleiri, sum ætla sær at brúka størri upphæddir til bústaðarábøtur næsta árið samanborið við kanningina í januar í 2024.
[px-graph-10]
Húsarhaldini meta tað sjáldan vera røttu løtuna til húsakeyp. Tað sama er galdandi fyri bilakeyp, tó kvinka tølini eitt vet upp.
Aðrir spurningar og grafar kunnu finnast á síðuni fyri konjunkturbarometrinum hjá føroysku brúkarunum.
Vónirnar betraðar hjá handilsvinnuni
Tað er møguliga ein lítil glotti at hóma hjá handilsvinnuni. Ávísin veksur úr -27 í 4. Prísirnir hækka ikki eins skjótt, sum teir hava gjørt seinastu trý árini. Handilsvinnan væntar, at sølan komandi árið fer at hækka. Samanborið við tvær tær seinastu kanningarnar, sigur handilsvinnan hesa ferð, at sølan seinasta árið er hilnast betri. Sum nevnt er hesin vinnubólkurin í stóran mun veitari av vørum til innlendska marknaðin og húsarhaldsnýtslu. Av tí at húsarhaldini hava tykist at vera eitt vet meira jalig, kann tað tykjast sum, at handilsvinnan merkir tað.
[px-graph-5]
Handilsvinnan metir tó ikki arbeiðstørvin at vaksa komandi árið. Fleiri spurningar og grafar eru at finna á síðuni fyri handilsvinnu og smásølu.
Byggivinnan ikki eins bjartskygd
Ávísin fyri byggivinnuna minkar úr 51 niður i 31, men liggur framvegis oman fyri langtíðarmiðalinum á 23. Byggivinnan metir, at tørvurin á arbeiðsmegi fer at minka nógv komandi árið. Til seinastu kanning svaraðu 40 prosent av fyritøkunum, at tær ongar framleiðsluavmarkingar høvdu. Nú eru tað 14 prosent, sum siga seg ongar avmarkingar hava, meðan 28 prosent siga seg hava fíggjarligar avmarkingar.
[px-graph-6]
Byggifyritøkur hava svarað, at bíleggingarnar eru færri, men tryggjað arbeiði í tal av mánaðum stendur í stað. Byggifyritøkurnar vænta, at prísurin á teirra arbeiði fer at hækka komandi árið.
[px-graph-7]
Byggivinnan er viðbrekin mótvegis búskaparligu konjunkturunum. Tað sæst aftur í ávísanum fyri byggivinnuna, ið ger stór sveiggj. Spurningar og grafar kunnu finnast á síðuni fyri byggivinnuna.
Tilfeingis- og ídnaðarvinnan framvegis stúrin
Ávísin fyri tilfeingis- og ídnaðarvinnu er minkaður frá -19 niður í -33. Færri bíleggingar, størri goymsla og verri útlit fyri framleiðslu komandi árið. At framleiðslan fer at minka, hongur møguliga saman við, at bíleggingarnar minka, og at goymslurnar eru stórar. Minkandi virksemi í tilfeingisvinnuni sæst aftur í arbeiðstørvinum. Tilfeingisvinnan væntar nú, at arbeiðstørvurin fer at minka komandi árið. Manglandi arbeiðsmegi hevur eisini verið ein avmarking fyri vøkstri í fleiri vinnum, men hendan avmarking tykist ikki at vera minkað mikið.
[px-graph-8]
Føroyska tilfeingisvinnan ávirkast av búskaparligu konjunkturunum úti í heimi, tí størsti parturin av framleiðsluni verður útfluttur. Tað er serliga bíleggingarnar úr útlandinum, ið eru fækkaðar, umframt at fyritøkurnar svara, at útlendski marknaðarlutur teirra er versnaður.
Útlitini í tænastuvinnuni eru ikki betraði
Ávísin hjá tænastuvinnuni hevur verið rættiliga høgur. Hann fór tó fyri einum hálvum øðrum ári síðan at minka og er nú fallið niður í 18. Tænastuvinnan letur illa at gongdini seinasta árið. Tær spurdu fyritøkurnar meta ikki, at umsetningurin hevur verið nøktandi. Tænastuvinnurnar eru tó meiri bjartskygdar um framtíðarútlitini. Tað eru fleiri fyritøkur, sum meta, at eftirspurningurin verður størri komandi árið. Tað sæst aftur í tørvinum á arbeiðsmegi í føroysku tænastuvinnuni, sum fyritøkurnar vænta fer at vaksa komandi árið.
[px-graph-9]
Finn hesi og onnur nettotøl á temasíðuni fyri tilfeingisvinnurnar og á síðuni fyri tænastuvinnurnar.
Stutt um konjunkturbarometrið
Konjunkturbarometrið er ávísar, sum siga nakað um, hvussu brúkarar og vinna meta, at tíðirnar eru. Høvuðsúrslitið úr hesi kanning er treystitalið, sum er eitt roknað tal við støði í vektaðum ávísum frá spurnakanningum fyri teir fýra vinnubólkarnar og spurnakanning fyri brúkarar. Tað er sostatt ikki ein uppgerð av veruligum tølum úr búskapinum, men ein spurnakanning um, hvørjar metingar lyklabólkar í samfelagnum hava av gongdini í búskapinum og um sína egnu fíggjarstøðu, bæði gongdini júst nú og væntanirnar.
Konjunkturbarometrið samanvigaða vísitalið frá fimm spurnakanningum, sum verða gjørdar í januar og juni hvørt ár.
Spurningarnir eru teir somu, sum verða brúktir í øllum londum, ið eru í ECFIN-samstarvinum, og mátin, ið nýttur verður at gera kanningarnar, er eisini tann sami. Tí eru tølini altjóða sambærlig. Enska heitið á treystitalinum er Economic Sentiment Indicator (ESI).
Verkfall
Kanningin av konjunkturbarometrinum fyri junimánað í 2024 er lutvíst gjørd meðan verkfallið var á privata arbeiðsmarknaðinum. Úrslitini kunnu tí verða ávirkaði av hesum og skulu lesast við teimum fyrivarnum, sum knýta seg at tí.