
Roknskaparhagtøl býtt á vinnugreinar eru dagførd fyri árini 2020 til 2023. Hartil eru temasíðurnar dagførdar fyri allar vinnubólkarnar. Temasíðurnar eru at síggja undir breddanum 'Vinna'.
Nýggju hagtølini vísa, at fyri allar vinnur samlað hevur gongdin verið góð í 2023 í mun til seinastu árini. Koronufarsóttin hevði við sær, at frá 2019 til 2020 lækkaði samlaða úrslitið fyri allar vinnur við meira enn eini milliard. Í 2021 megnaðu vinnurnar tó samlað at hála úrslitið upp á 2,8 mia. kr., og fyri 2023 var úrslitið komið uppá 3,8 mia. kr.
[px-graph-1]
Landbúnaður og fiskiveiða hægst úrslit í 2023, men lægri enn í 2022
Í bólkinum ‘Landbúnaður og fiskiveiða’ var úrslitið 1,5 mia. kr., ið er ein minking á 12% í mun til 2022. Í ‘Framleiðsluvinnu’ var úrslitið 970 mió. kr., ið er ein hækking á sløk 41%, hinvegin var úrslitið 374 mió. kr. hjá ‘Heil- og smásøla; umvæling av akførum’ , ið er ein lækking á 32% í mun til 2022.
[px-graph-2]
Úrslitið innan aling lækkað 17%
Í bólkinum ‘Landbúnaður og fiskiveiða’ eru hægstu úrslitini í ‘Aling’ og 'Uppsjóvarveiðu'. Innan ‘Aling’ var úrslitið 975 mió.kr. í 2023, ið er 17% lægri enn í 2022, men í 'Uppsjóvarveiðu' var úrslitið 583 mió. kr., ið er 40% hægri enn í 2022, tá úrslitið var 418 mió.kr.
[px-graph-3]
Úrslitið í framleiðsluvinnuni hækkað við 40%
í 2023 var úrslitið í ‘Framleiðsluvinnu’ 970 mió.kr., ið er 40% hægri enn úrslitið fyri 2022.
[px-graph-4]
Her er tað serliga undir vinnugreinadeildini 'Matvøruframleiðsla' í vinnugreinini 'Virking av fiski, skeljadjórum og molluskum' , at úrslitið er høgt og hækkað nógv. Úrslitið hækkaði frá 508 mió.kr. í 2022 til 802 mió.kr. í 2023. 'Virking av fiski, skeljadjórum og molluskum' fevnir um vinnugreinarnar 'Virking av fiski, skeljadýrum og lindýrum', 'Fiskamjølsvirki' og 'Virking av vørum úr laksi og síli'.
[px-graph-5]
Úrslitið í ‘Heil- og smásøla; umvæling av akførum’ minkað við 32%
í 2023 var úrslitið í ‘Heil- og smásøla; umvæling av akførum’ 374 mió.kr, ið er 32% lægri enn úrslitið fyri 2022.
[px-graph-6]
Her er tað serliga í vinnugreinadeildini 'Heilsøla onnur enn við motorakførum' , at úrslitið er lækkað nógv frá 425 mió.kr. í 2022 til 261 mió.kr. í 2023. Fara vit longur niður í vinnugreinarnar undir 'Heilsøla onnur enn við motorakførum' so sæst, at 'Heilsøla av brennievni og líknandi, í føstum, flótandi og gassformi' minkar við 5% úr stívliga 85 mió.kr. í 2022 til smáar 89 mió.kr. í 2023. 'Heilsøla við øðrum matvørum, heruppií fiski, krabbadýr og lindýr' minkar við 66% frá 245 mió.kr. í 2022 til 82 mió.kr. í 2023 og 'Heilsøla av timbri, byggitilfari og sanitetsútgerð' minkar við 32% úr 52 mió.kr. í 2022 til 35 mió.kr. í 2023.
[px-graph-7]
Úrslitið í flutningi og goymsluvinnu hægri enn nakrantíð fyrr
Koronufarsóttin ávirkaði úrslitið í ‘Flutnings- og goymsluvinnuni’ nógv, men síðani farsóttina er úrslitið betrað fyri hvørt ár, og í 2023 var úrslitið tað hægsta nakrantíð við sløkum 286 mió.kr. Úrslitið er sjeyð ferðir størri enn í 2021.
[px-graph-8]
Rakstur, fíggjarstøða og roknskaparlyklatøl hjá fyritøkum eru lýst við støði í roknskaparhagtølum.
Fyri at geva eina neyvari mynd av virkseminum og fyri ikki at gera dupultteljingar, er úrslit av kapitalpørtum, t.e. dótturfeløg og atknýtt feløg, ikki tikið við í ársúrslitunum, ið eru greinaði omanfyri.
Altjóða vinnugreinaflokkingin NACE
Í hagtalsgrunninum eru fyritøkur býttar í vinnugreinabólkar eftir sama slag framleiðsluvirksemi. Føroyska vinnugreinabólkingin er grundað á altjóða NACE-vinnugreinaflokkingina, tó við ávísum tillagingum soleiðis at til dømis fiskivinnan, ið er lutfalsliga stór vinna í Føroyum, kann eyðmerkjast fyri seg.
Dømi:
A Landbúnaður, skógrøkt og fiskiveiða - NACE 1. stig, Bólkar
A03 Fiskiveiða og aling - NACE 2. stig, Deildir
A03.1 Fiskiveiða - NACE 3. stig, Flokkar
A03.11 Fiskiveiða - NACE 4. stig, Vinnugreinar, altjóða stig
A03.11.10 Botnfiskiveiða - NACE 5. stig, Vinnugreinar, føroysk greining
Geirin 'Ikki-fíggjarlig feløg'
Hagtølini fevna um allar fyritøkur, sum eru partur av geiranum ikki-fíggjarlig feløg, tó undantikið kvasifyritøkur, so sum Apoteksverkið og Rúsdrekkasøla Landsins.
Sostatt eru hesar vinnurgeinaflokkingarnar ikki við, tí at hesar fella uttanfyri geiran ikki-fíggjarlig feløg:
K Fígging og Trygging, ið fevnir um feløg í fíggjargeiranum.
O Almenn umsiitng og verja; lógarkravdar almannaveitingar
T Húsarhald við starvsfólki; framleiðsla til egna nýtslu
U Virksemi hjá altjóða felagsskapum