Inntøkubýti
12. nov 2021
Javnari inntøkubýti og færri undir fátækaváðamarkinum í 2019

Nýggjasta inntøkuuppgerðin vísir, at tað vóru lutfalsliga nógv færri undir fátækaváðamarkinum í 2019 í mun til undanfarin ár. Uppgerðin vísir, at inntøkubýtið millum føroyingar eisini er vorðið javnari.

Talvurnar við hagtølum og hagtalsmátum um inntøkuviðurskifti hjá føroyingum eru dagførdar í hagtalsgrunninum til og við 2019.

Mátini geva eina mynd av  nýtslumøguleikunum hjá húskjum og einstaka føroyinginum. Eitt nú verður sett tal á, hvussu nógvir persónar eru undir ávísum inntøkumarki. Eisini siga mátini okkum, hvussu javnt ella ójavnt býtið í nýtslumøguleikunum er millum fólkið í landinum. Talvur eru eisini, sum vísa talið á persónum í inntøkubólkum og inntøkurúmum. 

Lutfalsliga færri undir fátækaváðamarkinum

Fátækaváðin, á enskum "at-risk-of-poverty", er eitt altjóða mát, ið lýsir borgararnar í samfelagnum við lutfalsliga fækstu nýtslumøguleikum. Grundarlagið undir hagtølunum er javnvirðisinntøkan, sum er ein roknað inntøka hjá hvørjum borgara eitt heilt ár. Sí meira um javnvirðisinntøku (video).

Fátækaváðin sigur, hvussu stórur partur av borgarunum í samfelagnum hava eina javnvirðisinntøku, sum er lægri enn 60% av miðjavnvirðisinntøkuni í samfelagnum.

t1

Sum sæst í talvuni omanfyri, so er eitt fall frá 2018 til 2019 á 2,2 prosentstig. Atvoldin til hetta er einamest, at aldursbólkurin 67+, sum í stóran mun hevur verið undir hesum marki - við nærum 30% okkurt árið, er fyri ein part farin upp um markið í 2019. Sigast skal, at 67+ aldurbólkurin yvirhøvur hevur ligið tætt um markið øll árini, uppgerðin hevur verið gjørd. Tað eru 9,4 prosentstig færri í aldursbólkinum 67+ undir markinum í 2019 samanborið við árið fyri. Í hagtølunum sæst eisini, at tað eru tey ið eru fleiri í húski, sum eru farin uppum, meðan fyri tey støku ið eru 67+ er støðan áleið tann sama sum undanfarin ár. Væl meira enn helvtin av teimum 67+ støku eru undir fátækraváðamarkinum.

Talvan omanfyri vísir samlaða talið av persónum undir fátækaváðamarkinum fyri alt landið, men støðan og gongdin hjá ymsu bólkunum í samfelagnum er ólík. Fleiri útgreinað tøl um persónar undir fátækaváðamarkinum býtt á aldur, kyn, húskisslag eru at finna í hagtalsgrunninum.

Sí fleiri grafar o.a. á síðuni um fátækaváða, har greitt eisini er nærri frá allýsingini av hugtakinum í einum video.

Gini-talið og fimtingslutallið: Javnari inntøkubýti

Tvey mát, sum kunnu brúkast at lýsa inntøkubýti í einum landi, eru gini-talið og fimtingslutfallið.

Gini-talið lýsir ójavnan í inntøkubýtinum í javnvirðisinntøku. Um øll hava somu inntøku, er talið 0, og hevur eitt húski alla inntøkuna í samfelagnum, er talið 100. Í 2019 var gini-talið 22,0 í mun til 22,7 árið fyri.

t2

Fimtingslutfallið ella 80/20-mátið vísir hvussu stóran part av javnvirðisinntøkuni ríkasti fimitparturin ræður yvir samanborðið við tann fátækasta fimtapartin. Í 2019 átti ríkasti fimtiparturin tríggjar ferðir so nógv sum fátækasti fimtiparturin. Í 2018 var talið 3,1.

t3

Talvurnar omanfyri vísa gini-talið og fimtingslutfallið fyri alt landið. Gini-talið, fimtingslutfallið og onnur javnbýtismát finnast í hagtalsgrunninum býtt á aldur, húskisslag og øki.

Sí fleiri grafar o.a. á síðuni um inntøkubýti, har greitt eisini er nærri frá allýsingini av fimtingslutfallinum í einum video.

Dátugrundarlagið undir inntøkutølunum fyri árini 2009 til 2019 er broytt nakað undan seinastu uppgerð. Hetta hevur havt við sær broytingar fyri summar av útgreiningunum í hagtølum.