Løntakarar
11. aug 2020
27.300 løntakarar í juli — bendir á V-gongd heldur enn U-gongd

Í juli vóru gott 27.300 løntakarar í Føroyum. Seinastu teljingarnar benda á eina V-gongd við alsamt skjótari uppgongd í løntakaratalinum eftir fallið í apríl, heldur enn eina U-gongd við longri aldudali við trekum vøkstri.
Løntakarar og lønarískoyti
Løntakarar eru tey, sum í einum mánaði fáa løn útgoldnað frá einum arbeiðsgevara, sum í minsta lagi er ájavnt eina dagløn hjá ófaklærdum arbeiðsfólki. Tað merkir, at eisini persónar, sum bæði fáa løn frá arbeiðsgevara og lønarískoyti frá lønarískoytisskipanum, telja við í uppgerðini. Hinvegin telja persónar ikki við, sum einans fáa stuðul ella lønarískoyti frá arbeiðsloysisskipanum. 

Myndin niðanfyri vísir eina framrokning av, hvussu mars, apríl, mai, juni og juli kundu væntast at sæð út undan koronufarsóttini, um gongdin í løntakaratalinum annars var óbroytt. Reyðu prikkarnir vísa framroknaðu metingina (punktestimatið) fyri hesar mánaðirnar. Gráa økið vísir óvissuna í framrokningini (80% og 95% sannlíki). Bláa linjan vísir løntakaratalið, og bláu prikkarnir vísa úrslitið av teljingini í mars, apríl, mai, juni og juli í ár. Sostatt gevur munurin millum bláu og reyðu prikkarnar eina ábending um ta ávirkan, sum farsóttin hevur á løntakaratalið.

Løntakaraskarin í juli

Løntakaratalið var um 27.300 í juli ella um 50 fleiri enn í juli í fjør. Um gongdin í løntakaratalinum annars var óbroytt, kundi tó væntast at verið um 28.100 løntakarar í juli. Tað er ein munur á 2,9% í mun til væntaðu gongdina. 

Privatu tænastuvinnurnar fóta sær aftur

Tær fýra myndirnar niðanfyri vísa løntakaratalið seinastu tvey árini í teimum fýra vinnugreinabólkunum, 'almennar tænastuvinnur', 'privatar tænastuvinnur', 'fiskivinna o.a. tilfeingisvinnur' og 'bygging o.o. tilvirking'.

Eins og á myndini omanfyri vísir bláa linjan løntakaratalið, og bláu prikkarnir vísa løntakararnar í mars, apríl, mai, juni og juli í ár, meðan reyðu prikkarnir vísa framroknaðu metingina, sum kundi væntast, um gongdin í løntakaratalinum var óbroytt. 

Ein samanbering millum løntakaratalið, so sum tað er gjørt upp og so, sum tað er framroknað, vísir, at tað serliga eru privatu tænastuvinnurnar, sum bróta frá væntaðu gongdini og eiga størsta partin av fallinum. Privatu tænastuvinnurnar (Sí lýsing av vinnugreinabólkinum niðast í greinini) eru tó við at fóta sær aftur.

Í privatu tænastuvinnunum vóru góðir 8.600 løntakarar í juli. Framrokningin vísir góðar 9.000. Tað er ein munur á 400 løntakarar ella 4,6%. Í mai var munurin 11% og í apríl 16% samanborið við metingina. 

Privatar tænastuvinnur í juli

Hinir vinnugreinabólkarnir fylgja í størri mun væntaðu gongdini.

Almenn o.o. tænasta í juli

Byggivinna o.o. tilvirking í juli

Fiskivinna o.o. tilfeingisvinna í juli

Fleiri útgreinað tøl á aldur, ríkisborgaraskap, kyn, vinnugrein og nú eisini øki eru í hagtalsgrunninum.

Stutt um løntakarar

Ein løntakari er millum 16 og 74 ár, fær A-inntøku og hevur bústað í Føroyum í tíðarskeiðinum, tá lønin verður útgoldin. Løntakarar eru tey, sum í einum mánaði fáa løn útgoldna, sum í minsta lagi er ájavnt eina dagløn hjá ófaklærdum arbeiðsfólki. Hetta, uttan mun til um arbeiðsgevarin er føroyskur ella útlendskur.

Stutt um trendin

Trendurin lýsir rákið í løntakaratalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar.

Stutt um vinnugreinabólkarnar

Fiskivinna o.o. ráevnisvinna fevnir um hesar vinnugreinarnar: Landbúnaður, Fiskiskapur, Ali- og kryvjivirki, Ráevnisvinna, Fiskavøruídnaður og Ótilskilað v.m.

Byggivinna o.o. tilvirking fevnir um hesar vinnugreinarnar: Skipasmiðjur, Smiðjur, Annar ídnaður, Bygging og Orku- og vatnveiting.

Privatar tænastuvinnur fevnir um hesar vinnugreinarnar: Handil og umvæling, Gistihús og matstovuvirki, Sjóflutningur, Flutningur annars, Postur og fjarskifti, Fígging og trygging, Vinnuligar tænastur, Húshaldstænastur og Felagsskapir, mentan o.a.

Almenn o.o. tænasta fevnir um hesar vinnugreinarnar: Almenn fyrisiting v.m. (landsfyrisiting, kommunur og ríkisstovnar), Undirvísing og Heilsu- og almannaverk.