Innflutningur av vørum
14. jul 2023
Vøksturin í innflutningsvirðinum minkaður munandi

Innflutningurin uttan skip og flogfør 12-mánaðarskeiðið frá juni 2022 til mai 2023 var 11,1 milliard krónur. Tað er 1,1 milliard krónur meira enn undanfarna skeið.

Innflutningurin í mai er nú uppgjørdur, og í talvuni niðanfyri ber til at síggja innflutningin 12-mánaðarskeiðið frá juni 2022 til mai 2023 samanborið við undanfarna skeið. Vøksturin í innflutninginum er nú 14 prosent. Vøksturin var størstur í august 2022 við 37 prosentum. Vit skulu aftur til desember 2021 fyri at finna ein vøkstur lægri enn 14 prosent.

Størsti vøksturin sæst í innflutninginum til alivinnuna, har innflutningsvirðið vaks 37,6 prosent.

Innflutningurin av brennievni er vaksin 485,4 milliónir krónur, ella 28,2 prosent. Hetta stavar í høvuðsheitum frá prísvøkstri. Prísvøksturin er tó ikki líka høgur sum í juli 2022 tá prísurin nærum tvífaldaðist í mun til árið fyri.

Innflutningurin til privatu húsarhaldini hevur, hóast hækkandi prístal, havt ein lágan vøkstur seinastu tíðina. Vit skulu aftur til tíðarskeiðið oktober 2020 til oktober 2021 fyri at síggja ein stóran vøkstur í innflutninginum til húsarhaldini.

[px-graph-1]

 

PX Web Graph News