Fólkatal
10. okt 2023
Stívliga 54.500 fólk búðu í Føroyum 1. september - vøksturin er 1,1%

1. september búðu 54.530 fólk í Føroyum. Tað eru 576 fleiri enn 1. september í fjør. Vøksturin er 1,1%, sum er meiri enn í undanfarna tíðarskeiði, tá hann var 1,0%.

Flestu flytingar millum Føroyar og útlond eru í juli og august. Nógv flyta til Føroyar í summarmánaðunum, og serliga eru tað mong, sum tá fara av landinum í lestrarørindum. Hetta sæst aftur í fólkatalinum, soleiðis at tað fyrst veksur meiri enn vanligt í juli og síðani minkar aftur í august. Soleiðis er eisini í ár, og tað sæst aftur í grafinum niðanfyri.

[px-graph-1]

Fólkatalið ávirkast av nettoflyting, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð. Vøksturin seinasta árið kemur av einum burðaravlopi á 209 fólk og eini nettoflyting á 367 fólk. Seinasta árið var ein lítil vøkstur í burðaravlopinum og ein lítil minking í nettoflytingini samanborið við undanfarna tíðarskeið. Burðaravlopið vaks serliga, tí færri doyðu enn í undanfarna tíðarskeiði, og nettoflytingin minkaði, tí tilflytingin minkaði, meðan fráflytingin vaks. Sí fleiri tøl í talvuni niðanfyri. 

sept

Burðaravlopið veksur

Trendarnir vísa, at munurin millum fødd og deyð er vaksin seinastu mánaðirnar. Hesin spakuligi vøksturin í burðaravlopinum kemur aftan á stóru minkingina í fjør, sum stóðst av, at færri føddust og fleiri doyðu enn vanligt. Seinastu mánaðirnar er føðitalið spakuligani minkað. Deyðatalið er tó minkað meira, og sostatt veksur burðaravlopið. Trendarnir í myndini niðanfyri lýsa gongdina í føði- og deyðatalinum. 

[px-graph-2]

Nettoflytingin stendur í stað

Trendarnir vísa, at munurin millum tilflyting og fráflyting ikki er broyttur stórvegis seinastu mánaðirnar. Gongdin í tilflytingini minkaði nakað síðsta heyst, men hevur síðan tá staðið í stað - eins og gongdin í fráflytingini hevur. Nettoflytingin tykist tí fyribils at standa í stað. Trendurin í myndini niðanfyri lýsir gongdina í til- og fráflytingini.

[px-graph-3]

Summarflytingarnar 

Flestu flytingar millum Føroyar og útlond eru í juli og august mánaði. Nógv flyta til Føroyar í summarmánaðunum, og serliga eru tað mong, sum tá fara av landinum í lestrarørindum. Í ár vóru tað eitt sindur færri, sum fluttu bæði til og úr Føroyum í juli og august samanborið við seinastu 10 árini. Síggj, hvussu flytingarnar í summarmánaðunum hevur verið onnur ár í myndini niðanfyri, sum vísir tilflyting og fráflyting fyri juli og august samanlagt. 

[px-graph-4]

Ikki-danskir ríkisborgarar fleiri í tali

Danskir ríkisborgarar fylla ikki eins nógv í fólkavøkstrinum sum áður. Einans fjúrtan prosent av fólkavøkstrinum seinasta árið kom av donskum ríkisborgarum. Fyri fimm árum síðani fyltu teir 68%. Størsti partur av vøkstrinum seinasta árið var millum ríkisborgarar úr Asiu og úr evropeiskum londum uttan fyri norðurlond. Umleið tólv prosent vóru afrikanskir ríkisborgarar. 

[px-graph-5]

Størsti vøkstur í størstu kommununum

Í kommununum var fólkavøksturin størstur í Tórshavnar, Klaksvíkar og Runavíkar kommunu. Síðani í Nes og Sjóvar kommunu. Sí fleiri tøl í talvuni niðanfyri, sum vísir fólkatalið í kommununum við tilhoyrandi bygdum 1. september 2022 og 2023. 

[px-graph-6]

Fólkatølini eru ein mánað afturút
Orsøkin til, at fólkatølini eru ein mánað afturút, er at seinkingar eru í skrásetingunum, serliga flytingar, har fleiri verða skrásettar eftir at uppgjørdi mánaðurin er liðugur. Fyri at fáa tær flestu rættingarnar við, verður bíðað ein mánað, so at uppgerðin verður so rættvísandi sum gjørligt.

Stutt um fólkatølini
Fólkatalið er øll fólk, sum sambært Landsfólkaskránni eru skrásett at búgva í Føroyum.
Hagtøl um fólkatalið fevna um øll, sum eru skrásett at búgva í Føroyum, har tey eru lýst við føðidegi, kyni, føðistaði, ríksborgaraskapi, borgarastøðu, upplýsingum um møguliga tilflyting og fráflyting, innlendis eins og millum Føroyar og útlond.

Stutt um trendin
Trendurin lýsir rákið í fólkatalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í fólkatalinum.

PX Web Graph News
Viðm.: Uppgjørt fyrst í mánaðinum
Viðm.: Uppgjørt fyrst í mánaðinum
Viðm.: Uppgjørt fyrst í mánaðinum