Útflutningur av vørum
16. jul 2020
Útflutningurin er minkaður
Útflutningsvirðið minkaði 19% teir tríggjar mánaðirnar frá mars til mai, og útflutta nøgdin er minkað 29%.
Vit hava útflutt minni av flest øllum fiskasløgum, tó er útflutningurin av svartkjafti vaksin bæði í nøgd og virði, meðan útflutningurin av laksi er minkaður í virði, men vaksin í nøgd.