Smásøluvísitøl
03. jan 2024
Smásøluvísitalið í nýggjum hami
Sølan í virði og umroknað til mongdir fyri smásølu er gjørd upp fyri triðja ársfjórðing í fjør.
Uppgerðin fyri 3. ársfjórðing 2023 er fyrsta uppgerð í dagførdum líki eftir altjóða leisti. Niðast í greinini er meira um dagførda smásøluvísitalið, umframt at temasíðan eisini er dagførd.
Sølan hjá feløgum í vinnugreinini ‘Smásøla úr handlum við blandaðum úrvali, har denturin er lagdur á mat-, drykkju- og tubbaksvørur’, er sølan hjá feløgum, ið vit kenna sum matvøruhandlar.
Í ársins prísum hækkaði sølan nærum 5% frá 3. ársfjórðingi 2022 til 3. ársfjórðing í fjør. Um vit draga prísvøksturin frá, so fáa vit virðið fyri umsettu mongdina t.e. mongdina av seldum vørum, kallað 'sølan máld í føstum prísum'. Sølan máld í føstum prísum hjá matvøruhandlum var 2% lægri 3. ársfjórðing í fjør í mun til sama tíðarskeið árið fyri. Tað merkir, at hóast virðið á søluni hækkaði nakað, so er mongdin av seldum vørum minkað 2%.
[px-graph-1]
Ymiskt hvussu sølan hjá handlum við húsarhaldsútgerð hevur hilnast
Betri hevur gingist ‘Serhandlum við jarnvørum, máling og glasi’, sum liggur undir flokkinum ‘Smásøla av húsarhaldsútgerð í serhandlum’. Sølan hækkaði hetta tíðarskeiðið stívliga 8%, og eftir at príshækkingar eru drignar frá, var mongdin av seldum vørum sløk 6% hægri.
[px-graph-2]
‘Serhandlar við elektriskum húsarhaldstólum’ er ein onnur vinnugrein undir flokkinum ‘Smásøla av húsarhaldsútgerð í serhandlum’. Her er sølan minkað smá 2%, meðan mongdin av seldum vørum minkaði 4% frá 3. ársjórðingi í 2022 til 3. ársfjórðing í fjør.
[px-graph-3]
Sølan av klæðum minkað bæði í nøgd og virði
‘Smásølan við klædnapløggum’ lækkaði 8% í virði hetta tíðarskeiðið, meðan selda mongdin minkaði heili 9%.
[px-graph-4]
Mongdin av seldum fríðkanarvørum lækkað
Virðið á søluni hjá ‘smásøla við fríðkanarvørum og vørum til persónliga røkt’ hækkaði góð 2%, men tá prísvøksturin í tíðarskeiðnum er drigin frá, vísir tað seg, at mongdin av seldum vørum minkaði stívliga 6%.
[px-graph-5]
Smásøluvísitalið í nýggjum hami
Sølan hjá handilsfeløgum kemur framyvir út í nýggjum hami. Sølan verður enn sum áður gjørd upp í virði og umroknað til mongdir. Í gomlu uppgerðini vóru tølini býtt upp í vørubólkarnar ‘matur og drykkjuvørur’, ‘klædnavørur og fótbúnaður’ og ‘húsbúnaður og húsarhaldsútgerð’ og feløgini í uppgerðini vóru útvald eftir hvørja vinnugrein tey hoyrdu til eftir NACE Rev. 1 vinnnugreinaflokkingini.
Nýggja smásøluvísitalið er bygt eftir sama leisti sum vísitalið fyri heil- og smásølu hjá Eurostat , ið byggir á tøl frá feløgum útvald eftir vinnugreinaflokkingini NACE Rev. 2. Smásøluvísitalið fevnir um feløg í NACE Rev. 2 deildini ‘G47 Smásøla onnur enn við motorakførum’ og er dagført aftur til 2001.
Í gomlu uppgerðini vóru 3 vørubólkar uppgjørdir. Í nýggju uppgerðini verða 9 vinnugreinar, 4 flokkar uppgjørd og deildin G47 er eisini gjørd upp. Vinnugreinabólkingin NACE er uppbygt í stigum.
Dømi:
G Heil- og smásøla; umvæling av akførum - NACE 1. stig, Bólkar
G.47 Smásøla onnur enn við motorakførum - NACE 2. stig, Deildir
G.47.1 Smásøla úr handlum við blandaðum úrvali - NACE 3. stig, Flokkar
G.47.11 Smásøla úr handlum við blandaðum úrvali, har denturin er lagdur á mat-, drykkju- og tubbaksvørur - NACE 4. stig, Vinnugreinar
Gomlu bólkarnir ‘matur og drykkjuvørur’, ‘klædnavørur og fótbúnaður’ og ‘húsbúnaður og húsarhaldsútgerð’ fevna í stóran mun um somu feløg, ið eru í ávikavist ‘G.47.11 Smásøla úr handlum við blandaðum úrvali, har denturin er lagdur á mat-, drykkju- og tubbaksvørur’, ‘G.47.7.1 Smásøla við klædnapløggum’, ‘G.47.7.2 Smásøla við fótbúna og leðurvørum’ og ‘G.47.5 Smásøla av húsarhaldsútgerð í serhandlum’.
Orðalýsingar:
- Ársins prísir (eisini nevnt nominellir prísir) er uppgerð við støði í teimum prísum, ið eru galdandi fyri tað tíðarskeiðið, ið uppgerðin fevnir um.
- Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðarfrávik sum t.d. afturvendandi broytingar í virksemi millum árstíðirnar. Summar mánaðir kemur fyri, at árstíðarsveiggini eru so mikið óreglulig eftir fasta kalendaranum, at ikki ber til at árstíðarjavna.
- Fastir prísir merkir, at uppgerðin er reinsað fyri prísvøkstur. Á henda hátt ber til at meta um gongdina í nøgdini av seldum vørum og tænastum.
- Trendurin lýsir rákið í máldu tølunum, reinsað fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar
- Vísital lýsa prosentvísu broytingina frá einum ári til annað við einum støðisári, ið verður sett til 100. Munurin millum tvey ár er máldur í prosentstigum. Samanbera vit við støðisárið, er talan um prosent.
- Sølan sigur okkum hvat umsetningurin hjá feløgunum í vørubólkunum er.