Løn (A-skattað)
14. sep 2022
900 milliónir í lønum í august — vøksturin er 8%
Lønargjaldingarnar fóru spakuliga at vaksa aftur á heysti í 2020, men hava ikki havt somu ferð sum undan koronu. Nú eru ábendingar um, at vøksturin er tiltakandi og hevur somu ferð, sum áðrenn koronufarsóttin rakti. Tað vísir trendurin, sum lýsir rákið í lønargjaldingunum mánað fyri mánað.
[px-graph-1]
Lønargjaldingar vaksa bæði hjá monnum og kvinnum
Myndin niðanfyri vísir lønargjaldingarnar fyri kynini bæði. Kámu strikurnar vísa útgoldnu lønirnar, og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin í lønargjaldingunum.
Tá koronufarsóttin rakti í 2020, kom stígur í vøksturin í lønargjaldingunum hjá monnunum. Hjá kvinnunum varð vøksturin avtakandi, men vøksturin steðgaði ikki upp, sum hjá monnunum. Nú er ferð komin á vøksturin bæði hjá monnum og kvinnum.
Í august áttu menninir 542 milliónir av lønargjaldingunum, ið svarar til 60% av útgoldnu lønunum. Tað eru 50 milliónir meira enn sama mánað í fjør. Kvinnurnar áttu 354 milliónir, sum eru 15 milliónir meira enn sama mánað í fjør.
[px-graph-2]
Gongdin ymisk í vinnugreinunum
Lønargjaldingarnar í 'almennari o.a. tænastu' eru vaksnar við rættiliga javnari ferð seinastu tvey árini.
[px-graph-4]
Í 'privatu tænastuvinnunum' fóru lønirnar aftur at vaksa í 2021. Lønirnar vaksa framvegis, men seinasta hálva árið eru lønirnar ikki vaksnar við somu ferð sum í 2021.
[px-graph-5]
Í 'byggivinnu o.a. tilvirking' eru lønargjaldingarnar minkaðar síðani 2020, men nú vísir trendurin, at tær ikki minka longur, og vøkstur hómast.
[px-graph-6]
[px-graph-7]
Lønirnar tilsamans seinastu tólv mánaðirnar
Í talvuni niðanfyri eru lønargjaldingarnar seinastu tólv mánaðirnar taldar saman og samanbornar við sama tíðarskeið árið fyri. Lutfalsliga er serliga stórur vøkstur innan gistihús og matstovuvirki. Vøksturin í hesi vinnugrein hevur seinasta árið verið knøpp 30% samanborið við undanfarna skeið.
[px-graph-8]
Stutt um lønargjaldingarnar
Lønargjaldingar eru A-skattskyldugar lønir, sum fyritøkur við heimstaði í Føroyum gjalda. Hagtølini fevna bara um løn fyri útint arbeiði. Aðrar samsýningar og útgjøld, so sum veitingar og eftirlønir eru ikki roknaðar uppí.
Allar lønargjaldingar, sum lúka oman fyri nevndu krøv, verða taldar uppíuttan mun til um lønarmóttakarin er føroyingur ella útlendingur.
Stutt um trendin
Trendurin lýsir rákið í lønargjaldingunum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar.
Stutt um høvuðsvinnugreinabólkarnar
Fiskivinna o.a. tilfeingisvinnur fevnir um hesar vinnugreinarnar: Landbúnaður, Fiskiskapur, Ali- og kryvjivirki, Ráevnisvinna, Fiskavøruídnaður og Ótilskilað v.m.
Byggivinna o.o. tilvirking fevnir um hesar vinnugreinarnar: Skipasmiðjur, smiðjur, Annar ídnaður, Bygging og Orku- og vatnveiting
Privatar tænastuvinnur fevnir um hesar vinnugreinarnar: Handil og umvæling, Gistihús og matstovuvirki, Sjóflutningur, Flutningur annars, Postur og fjarskifti, Fígging og trygging, Vinnuligar tænastur, Húshaldstænastur og Felagsskapir, mentan o.a.
Almenn o.o. tænasta fevnir um hesar vinnugreinarnar: Almenn fyrisiting v.m.: Landsfyrisiting, Kommunur og ríkisstovnar, Undirvísing og Heilsu- og almannaverk.