31. Mai 2021
KT-leiðari til Føroya mest fjølbroytta dátuhús

Vilt tú vera við til at menna og leiða Føroya mest fjølbroytta dátuhús?

Vilt tú vera við til at menna og leiða Føroya mest fjølbroytta dátuhús?

Hagstovan framleiðir hagtøl, sum taka pulsin á føroyska samfelagnum. Vit leggja okkum áhaldandi eftir at víðka um verandi hagtalsframleiðslur og menna nýggjar.

Hagtøl, sum lýsa samfelagið, krevja, at dáturnar til hagtølini eru væl skipaðar. Ein týðandi brikkur til at røkka hesum máli, er at menna hagtalsskipanir og skipa dátur í eitt dátuvøruhús eftir altjóða hagtalsleisti. Grundarsteinarnir til nýggja dátuvøruhúsið eru lagdir, og fyrstu framleiðslurnar eru farnar at virka í nýggja umhvørvinum. Tú kemur at leiða og arbeiða við at víðarimenna dátuvøruhúsið í einum toymi saman við KT-frøðingum og hagfrøðingum.

Dátugrundarlagið undir hagtølunum verður ment bæði inni á Hagstovuni og uttan fyri stovnin. Tað krevur tætt samstarv millum starvsfólk ini og við onnur uttanhýsis, ið veita skráir og dátur. Ein týðandi uppgáva á KT-deildini er at umsita og menna samstørv og ikki minst at seta í verk ymiskar skipanir.

KT-deildin á Hagstovu ni mennir hagtalsskipanir og hevur ábyrgd av tøkniliga grundarlagnum undir hagtalsframleiðsluni. Deildin hevur ábyrgd av undirstøðukervinum á Hagstovuni, sum verður rikið saman við undirveitarum. Tín ábyrgd fevnir tí eisini um at gera leiðreglur fyri KT-arkitektur og trygd.

Sum leiðari á KT-deildini verður tín ábyrgd at:

  • Leggja ætlanir fyri at víðarimenna dátuvøruhúsið
  • Seta í verk og menna neyðug tøknilig amboð í hagtalsframleiðsluni
  • Leggja ætlanir fyri og skipa tøkniliga infrakervið fyri Hagstovuna
  • Í leiðslutoyminum leggja og raðfesta arbeiðsætlanir fyri hagtalsframleiðslu við atliti at tørvi og møguleikum

Leiðslutoymið á Hagstovuni eru stjórin og leiðararnir fyri KT-deildina og hagdeildina.

Um teg

Tú hevur miðallanga ella langa útbúgving og/ella drúgvar royndir innan økið.

Tað er fyrimunur, um tú hevur royndir við at sniðgeva og byggja skipanir til at flyta, móttaka og goyma dátur, og hevur arbeitt við at skipa dátur í dátuvøruhúsum. Innlit í hagtalsframleiðslu og samfelagsviðurskifti er eisini ein fyrimunur.

Tú ert forvitin av lyndi, arbeiðir sjálvstøðugt, dugir væl at samstarva og hevur eitt skipað arbeiðslag.

Setanar- og lønartreytir

Starvið verður sett eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.

Umsókn

Send umsókn við prógvum, lívsrensli og øðrum viðkomandi skjølum til starv@hagstova.fo og skriva “KT-leiðari” sum evni.

Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Gilla Wardum, stjóri, á 352850 ella á gilli@hagstova.fo.

Umsóknarfreistin er sunnudagin 13. juni 2021 á midnátt.

Stutt um Hagstovuna

Hagstovan tekur pulsin á føroyska samfelagnum og hevur hagfrøðiligu vitanina um fólk, samfelag, vinnu, búskap og umhvørvi í Føroyum. Hagtøl geva innlit og vitan at taka avgerðir, granska og kjakast, og eru týðandi lutur í einum framkomnum fólkaræði.

Persónlig og faklig menning eru fyritreyt fyri ein vælvirkandi stovn, og tí leggja vit stóran dent á at menna førleikarnar hjá leiðarum og starvsfólkunum. Vit stimbra eina mentan, har dentur verður lagdur á dygd, samstarv og álit.

Á Hagstovuni eru í løtuni 19 fólk í starvi.