Fólkatal
12. apr 2021
Burðaravlopið gevur vaksandi íkast til fólkatalið

Tann 1. mars í ár var fólkatalið 53.108. Tað er vaksið við 809 fólkum ella við 1,5% í mun til somu tíð í fjør. Hetta er næstan sami vøkstur sum undanfarna 12-mánaðarskeiðið, tá vøksturin var 823 fólk ella 1,6%. Av kommununum var størsti vøksturin í Tórshavnar, Klaksvíkar, Runavíkar, Eystur, Nes og Vágs kommunum. Merkisvert er nú við lutfalsliga stórum vøkstri í Sandoy. Eisini er ein ávísur vøkstur í Suðuroy.

Tann stóri fólkavøksturin seinastu sjey árini er í størstan mun komin av eini stórari nettotilflyting, ið er munurin millum tilflyting og fráflyting, og í minni mun frá burðaravlopinum, ið er munurin millum fødd og deyð. Hetta er nú broytt nakað, tí at burðaravlopið gevur eitt munandi størri íkast til fólkavøksturin hetta 12-mánaðarskeiðið enn undanfarnu árini. T.d. er burðaravlopið 66 størri hetta12-mánaðarskeiðið enn undanfarna 12-mánaðarskeiðið, meðan nettotilflytingin er 80 minni.

Nógvar umstøður eru munandi broyttar síðani fyrstu koronutilburðirnar her á landi í fjør vár. Tó er óvist, um hetta hevur havt nakra ávirkan á gongdina í fólkatalinum. Tað eru helst aðrar orsøkir til, at nettotilflytingin er minkað nakað. Hinvegin vigar ein vøkstur í burðaravlopinum upp ímóti hesum, so samanumtikið vísir trendurin nøkulunda sama góða rákið í fólkavøkstrinum sum tey síðstu 7 árini.

[px-graph-1]

Grafurin omanfyri er livandi. Nú er møguligt at flætta (en. embed) livandi grafar sum hendan á tykkara heimasíðu, eitt nú í tíðindagreinar. Tað gevur brúkarunum á tykkara heimasíðu somu livandi grafar, sum á hagstova.fo.

Við livandi grafum er tað møguligt at halda músina yvir eina linju á grafinum, og soleiðis síggja t.d. fólkatalið ein ávísan mánað. Eisini er møguligt at hála í tíðarlinjuna og leingja vísta tíðarskeiðið á grafinum, t.d. aftur til 1985 í fólkatølunum.

Soleiðis flætta tit grafin á tykkara síðu: Trýst á burgaramenuina (knøtturin við trimum strikum) ovast í høgra horni. Vel síðani “Flætta graf í síðu”. Trýst á knøttin “Avrita kotu” og set inn kotustubban á heimasíðu tykkara.

Stóra tilflytingin minkar nakað – men eisini fráflytingin

Tann mest avgerandi tátturin í gongdini í føroyska fólkatalinum hevur verið flytingin millum Føroyar og útlond. Síðstu 7 árini hava vit sæð, at fleiri flyta til Føroya og færri flyta úr Føroyum. Hetta hevur givið eitt stórt og vaksandi íkast til fólkavøksturin. Hendan gongdin er broytt nakað síðsta árið. Stóra tilflytingin økist ikki longur, men er heldur minkandi. Fráflytingin heldur tó enn fram við at minka nakað, sum árini frammanundan. Samanlagt er úrslitið, at hóast nettoflytingin til Føroya nú tykist at minka nakað, er hon tó enn søguliga stór.

"

Burðaravlopið tað størsta í 2 áratíggjur – tí føðitalið er vaksandi og deyðatalið er minkað nakað

Í mun til undanfarna 12-mánaðarskeiðið var føðitalið hesar 12 mánaðirnar 1. mars 2020 – 1. mars 2021 gott hálvthundrað størri og er nú við 722 tað størsta talið síðani mitt í 1990-unum. Hetta er helst eitt úrslit av minni fráflyting og stórari tilflyting av ungum ættarliðum tey síðstu 7 árini. Samstundis er deyðatalið minkað eitt sindur seinasta árið.

Úrslitið av hesum – burðaravlopið, ið er munurin millum fødd og deyð – er vaksið við 66 í mun til undanfarna 12-mánaðarskeið, so tað nú er 338. Tá burðaravlopið var upp á tað minsta fyri 9 árum síðani, var tað knappliga 200 og er vaksið spakuliga síðani. Vit skulu aftur til ár 2000 fyri at finna líka stórt burðaravlop.

Men fólkatalið er eisini vaksið nógv hesi árini. Rokna vit føðital, deyðatal og burðaravlop í mun til fólkatalið, so er føðitalið tað størsta síðani 2008, deyðatalið tað minsta síðani 2010 og burðaravlopið tað størsta síðani 2004.

"

Eisini fólkavøkstur í Sandoy og Suðuroy

Verður hugt at fólkavøkstrinum úti um landið (sí talvuna niðanfyri), er hann í tali nógv størstur í Tórshavnarøkinum og Eysturoy. Lutfalsliga (prosentvíst) er vøksturin tó javntstórur í Tórshavnarøkinum, Eysturoy og Norðuroyggjum við 1,7 - 1,8%. Merkisvert er tó, at í tí nógv minna Sandoyarøkinum er lutfalsligi vøksturin tann størsti við 2,4%.

Tað, sum ger stóru broytingina fyri Sandoyarøkið, er bæði ein tilflyting aðrastaðni úr Føroyum og úr útlondum. Hinvegin er onki íkast av burðarlopinum.

Suðuroy fær heldur onki íkast av burðaravlopinum, ið tvørturímóti er negativt. Hinvegin er tað ein stór nettotilflyting úr útlondum til Suðuroy, sum ger, at fólkavøksturin í Suðuroy í fjør var tann størsti í eini tvey áratíggjur.

Í Vágum var fólkavøksturin líka stórur sum í Tórshavnarøkinum og Eysturoy, men síðsta árið er vøksturin uppstøðgaður, og er nú tann minsti av høvuðsøkjunum. Ein orsøkin er, at innlendis flytingin er blivin negativ.

t2

Á myndini niðanfyri er fólkatalið í økjunum sett til 100 pr. 1.1. 2014, og vísir hon sostatt tann lutfalsliga vøksturin í økjunum hesi sjey árini. Her hevur størsti vøksturin verið í sonevnda miðøkinum, Tórshavnarøkinum, Eysturoy og Vágum við 10-13% – hóast Vágar eru dragnaðar nakað tað síðsta árið.

Í næsta bólki koma Streymoyarøkið (uttan høvuðsstaðin) og Norðoyggjar, har vøksturin hetta tíðarskeiðið hevur verið 8%.

Triði bólkurin er Sandoyarøkið og Suðuroy, sum onki hava fingið av fólkavøkstrinum tað mesta av hesum sjey árunum – hóast tølini tað síðsta árið vísa ein ávísan vøkstur, serliga í Sandoyarøkinum.

"

Ymiska íkastið til fólkavøksturin frá tilflyting og burðaravlopi

Avgerandi fyri gongdina í fólkatalinum eru burðaravlopið (munurin millum fødd og deyð) og nettoflytingin (munurin millum tilflyting og fráflyting). Á myndini niðanfyri sæst, at í øllum økjunum í landinum - uttan í Vágaøkinum - er tað nettoflytingin, sum ger størstan mun í fólkavøkstrinum.

Men her sæst eisini týðiliga, at í Sandoyar og Suðuroyar sýslum kemur allur vøksturin frá tilflytingini, tí at í Sandoyar sýslu er onki íkast frá burðaravlopinum og í Suðuroyar sýslu er tað eitt negativt burðaravlop, ið beinleiðis minkar um tann fólkavøksturin, sum tilflytingin gevur.

"

Kommunurnar

Verður hugt at einstøku kommununum, er nógv størsti vøkstur í tali í teim størstu kommununum:

  • Tórshavnar kommunu við 377 fólkum, svarandi til 1,7%
  • Runavíkar kommunu við 102 fólkum, svarandi til 2,5%
  • Klaksvíkar kommunu við 102 fólkum, svarandi til 1,9%
  • Eystur kommunu við 58 fólkum, svarandi til 2,7%
  • Nes kommunu við 46 fólkum, svarandi til 3,4%

Av øðrum stórum og miðalstórum kommunum er stórur vøkstur í Vágs kommu við 2,4% og Sjóvar kommunu við 2,0%. Ein minni vøkstur er í Tvøroyrar og Vága kommunum. Í Vestmanna kommunu er ongin vøkstur. Hinvegin minkar í Fuglafjarðar kommunu við 0,9% og Sørvágs kommunu við 0,8%.

Av smærri kommunum er stórur vøkstur í Skopunar kommunu við 5,1%, Viðareiðis kommunu við 2,9%, Sands kommunu við 2,8% og Kvívíkar kommunu við 2,6%. Ein minni vøkstur var í Eiðis kommunu (1,2%) og í Hvannasunds kommunu (1,0%). Hinvegin minkar í Kunoyar, Sumbiar og Hvalbiar kommunum.  

"

"

Vøkstur í flestu útoyggjum

Eisini útoyggjar fáa ein part av fólkavøkstrinum: 5 eru komin aftrat í Kalsoy, 4 fólk í Nólsoy, 2 í Fugloy og 1 í Skúvoy. Óbroytt er í Svínoy, Mykinesi og Stóru Dímun. Í Koltri býr ongin longur.

"

 

Fólkatølini eru ein mánað afturút
Orsøkin til, at fólkatølini eru ein mánað afturút, er at seinkingar eru í skrásetingunum, serliga flytingar, har fleiri verða skrásettar eftir at uppgjørdi mánaðurin er liðugur. Fyri fáa tær flestu rættingarnar við verður bíðað ein mánað, so at uppgerðin verður so rættvísandi sum gjørligt.

Stutt um fólkatølini
Fólkatalið er øll fólk, sum eru skrásett at búgva í Føroyum sambært Landsfólkaskránni.
Hagtøl um fólkatalið fevna um øll, sum eru skrásett at búgva í Føroyum, har tey eru lýst við føðidegi, kyni, føðistaði, ríksborgaraskapi, borgarastøðu, upplýsingum um møguliga tilflyting og fráflyting, innlendis eins og millum Føroyar og útlond.

Stutt um trendin
Trendurin lýsir rákið í fólkatalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í fólkatalinum.

PX Web Graph News