Løn (A-skattað)
13. jan 2025
12,7 milliardir útgoldnar í lønum í 2024 — vøksturin er 5 prosent

Lønirnar vóru góðar 600 milliónir krónur, ella 5 prosent, størri í 2024 samanborið við 2023.
[px-graph-2]
Gongdin vísir, at vøksturin í útgoldnum lønum hevur verið støðugur seinastu árini, men vøksturin var tó eitt vet minni í 2024 samanborið við árini frammanundan. Lønirnar útgoldnar í 2023 vóru 5,8 prosent hægri enn í 2022. Í 2022 vóru lønirnar 6,1 prosent hægri enn í 2021.
[px-graph-1]
Menn áttu 60 prosent av lønunum, men kvinnur áttu 60 prosent av vøkstrinum
Seinastu árini hevur vøksturin hjá kvinnum hevur verið javnari enn hjá monnum. Serliga var lønargongdin hjá monnum ávirkað av koronufarstóttini. Í longri tíðarskeið hava menninir átt umleið 60 prosent og kvinnurnar 40 prosent av samlaðu lønunum. í 2024 var samlaða býtið 61,1 prosent til menn og 38,9 prosent til kvinnur. Hetta er meira javnt samanborið við 2023, hvar kvinnur áttu 37,8 prosent av samlaðu árligu lønunum.
[px-graph-2]
Vøksturin í lønum samanborið við undanfarna árið var tó størri hjá kvinnum enn hjá monnum. Av samlaða vøkstrinum upp á 600 milliónir krónur, áttu kvinnurnar yvir 60 prosent við 370 milliónum krónum. Av hesum áttu kvinnur, ið arbeiða hjá arbeiðsgevarum undir almennum ræði, 326 milliónir krónur.
Lønin hjá kvinnum var átta prosent hægri í 2024 samanborið við 2023. Hjá monnum var lønin trý prosent hægri.
[px-graph-4]
Størsti vøkstur í Sandoyar øki
Niðanfyri sæst prosentmunur í útgoldnum lønum í 2024 samanborið við 2023 býtt á bústaðarøki. Sandoyar øki hevur havt størsta vøkstur við átta prosentum. Suðuroyar øki hevði minsta vøkstur við 1,4 prosentum.
Meira útgreinaði lønarhagtøl um øki eru á økissíðunum: Norðoya øki, Eysturoyar øki, Norðstreymoyar øki, Suðurstreymoyar øki, Vága øki, Sandoyar øki, Suðuroyar øki.
[px-graph-6]
Lønirnar vaksa mest í almennu vinnugreinunum
Talvan niðanfyri vísir A-skattaðu lønirnar á ovasta stigi eftir vinnugreinaflokkingini NACE fyri 2024 samanborið við 2023. Størsti vøkstur í krónum var í "Almenn umsiting og verja; lógarkravdar almannaveitingar" og næst í "Heilsu- og almannaverk". Í "Heilsu- og almannaverk" sæst, at tað er serliga undirbólkurin "Virksemi á stovnum", sum hevur havt størsta lutfalsliga vøkstur. Virksemi á stovnum fevnir millum annað um røkt av fólki, sum eru búsitandi á stovnum og eldrasambýlum.
"Landbúnaður, skógrøkt og fiskiveiða" og "Framleiðsluvinna" høvdu sum tær einastu eina eina minking í útgoldnu lønunum í 2024 samanborið við árið fyri. Verður "Landbúnaður, skógrøkt og fiskiveiða" víðari útgreinað, sæst at størsta minkingin í krónum var í uppsjóvarveiðu, har minkingin var 16,5 prosent við 103 milliónum færri útgoldnum krónum í 2024 samanborið við 2023.
[px-graph-3]
Um lønarhagtølini
Løn sum hagfrøðiligt hugtak er partur av tí breiðu allýsingini av viðurlagi til starvsfólk. Viðurlag er tvíbýtt í a) løn og b) ískoyti hjá arbeiðsgevarum til sosialar skipanir, herundir pensjón. Hugtøkini byggja á allýsingina í tjóðarroknskaparhandbókunum 'System of National Accounts' hjá ST og 'European System of Accounts' hjá Eurostat.
Eftir hesi allýsing fevnir løn um lønarpartar so sum grundløn, viðbøtur, yvirtíðargjøld, frítíðarløn, starvsfólkaágóðar, men ikki um sosial gjøld hjá arbeiðsgevaranum so sum eftirløn, arbeiðsloysistrygging og barsilsgjald.
Hagtølini um lønir fevna bert um løn í peningi, ið verður goldin av einum arbeiðsgevara til eitt starvsfólk um samtíðarskattaskipanina. Tískil fevna lønir bara um A-skattskyldugar inntøkur frá arbeiðsgevarum, ið eru búskaparliga virknir í Føroyum. Allar lønir, sum lúka oman fyri nevndu krøv, telja við, uttan mun til um starvsfólkið er búsitandi í Føroyum ella uttanlands.
Broyting í hagtølunum í 2024
Í fyrru helvt av 2024 varð arbeitt við nýggjari og meira útgreinaðari útgávu av lønarhagtølum, sum tá vórðu endurskoðað, dagførd og broytt. Tað hevði við sær, at samlaðu lønirnar vuksu eitt vet - serliga seinnu árini. Størsta orsøkin handan vøksturin er at hagtølini nú eisini fevna um teir arbeiðsgevarar, ið eru skrásettir í føroysku altjóða skipaskrásetingini (FAS-skipanini) og mettir at vera partur av føroyska búskapinum. Í samband við broytingarnar eru nýggjastu tølini ikki sambærlig við hagtølini, sum áður hava verið útgivin. Gomlu talvurnar eru tó framvegis tøkar í hagtalsgrunninum, men verða ikki dagførdar framyvir. Tær gomlu talvurnar eru endaðar og liggja í hagtalsgrunninum undir ”Endað”.