Gistingar
25. nov 2022
Færri gistingar á gistingarhúsunum í oktober enn í fjør

Í oktober vóru slakar 15.300 gistinætur á føroysku gistingarhúsunum. Tað eru færri enn tað var sama mánað í fjør.

Gistinæturnar vóru knappar 1.200 færri í oktober samanborið við sama mánað í fjør. Gistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista á gistingarhúsum.

[px-graph-1]

Flestu gistingarnar eru í Tórshavnarøkinum. Í oktober vóru 93% av gistingunum í Tórshavnarøkinum. Tað er á leið sama býti sum í oktober í fjør.

[px-graph-2]

Tá koronufarsóttin herjaði, vóru ferðafólkini færri, og føroyingar høvdu størstapartin av gistináttunum á gistingarhúsunum í hesum tíðarskeiðnum. 

Í oktober áttu danir 40% av gistináttunum, og útlendsk ferðafólk úr øðrum londum enn Danmark áttu 33%. Føroyingar áttu 27% av gistináttunum.

Hetta er sama býti sum í oktober í fjør. 

[px-graph-3]

Fleiri innskrivingar

Innskrivingarnar vóru stívliga 6.700 í oktober. Tað er 3% fleiri enn í oktober í fjør. Innskrivingarnar vísa talið av ferðafólkum á gistingarhúsunum, sama hvussu leingi tey gista.

[px-graph-4]

Færri kømur brúkt

Nýtslustigið vísir, hvussu stórur partur av tøku kømrunum verður brúktur. 39% av kømrunum vóru brúkt í oktober. Tað er nakað minni enn í oktober í fjør, tá nærum helvtin av kømrunum vóru brúkt.

[px-graph-5]

35% fleiri gistingar og innskrivingar higartil í ár

Verður hugt at tølunum higartil í ár, sæst at gistingarnar eru 35% fleiri og innskrivingarnar eru 34% fleiri í mun til sama tíðarskeið í fjør.

[px-graph-6]

 

Orðalýsingar

Persónsgistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista. Um 10 fólk gista 3 nætur, eru hetta 30 gistinætur.

Innskrivingar telja, hvussu nógvar innskrivingar eru. Um 10 fólk skriva seg inn, eru hetta 10 innskrivingar, óansæð hvussu leingi tey gista. Eisini skrásett, um talan er um frítíðar- ella starvsferð.

Kamarsnætur telja, hvussu nógv og hvussu leingi kømur verða brúkt. Um 10 fólk gista í 5 kømurum í 3 nætur, eru hetta 15 kamarsnætur.
 

Uppgerðin fevnir ikki um gistingarhúsini í Suðuroy.

PX Web Graph News