Innflutningur av vørum
16. des 2020
Innflutningur til beinleiðis húsarhaldsnýtslu er vaksin 8%
Innflutningurin minkaði 145 mió. fyrstu 10 mánaðirnar í ár samanborið við í fjør.
Tað er serliga innflutningurin av brennievni, sum ávirkar. Vit hava innflutt fyri 300 mió. kr. minni í ár. Hetta kemst av minking í oljuprísinum, tí innflutta nøgdin er vaksin.
Tað, sum vit rokna sum innflutt til beinleiðis húsarhaldsnýtslu, er vaksið 8% í ár. Tað eru drúgvar og hálvdrúgvar nýtsluvørur, sum hava størsta vøksturin, meðan tað er ein lítil minking í innflutninginum av klædnavørum og fótbúnaði.