Starvsfólk
20. Mai 2025
30.082 starvsfólk í apríl — 1,6 prosent vøkstur

Í apríl vóru 465 fólk fleiri í starvsfólkaskaranum samanborið við sama mánað í fjør. Tað er ein vøkstur á 1,6 prosent. Býtt á kyn og geira er størsti vøksturin kvinnur, sum arbeiða hjá arbeiðsgevara undir almennum ræði. Hinvegin er talið av kvinnum, sum arbeiða hjá arbeiðsgevara undir privatum ræði, minkað.

Starvsfólkatalið veksur framvegis, men seinastu árini er vøksturin viknaður. Tað sæst á trendinum, sum lýsir gongdina við at reinsa fyri árstíðarfrávik og øðrum tilvildarligum broytingum. 

Í apríl vóru 30.082 starvsfólk í Føroyum. Tað eru 465 starvsfólk, ella 1,6 prosent, fleiri enn apríl í fjør. 

[px-graph-1]

Færri kvinnur undir privatum ræði

Í apríl vóru góðir 15.300 menn og slakar 14.800 kvinnur í starvsfólkaskaranum. Samanborið við sama mánað í fjør vóru menninir 217, ella 1,4 prosent, fleiri. Kvinnurnar vóru 248, ella 1,7 prosent, fleiri.  

[px-graph-2]

Í apríl arbeiddu 56 prosent av starvsfólkunum hjá arbeiðsgevara undir privatum ræði. Parturin er hægri fyri menn, har tríggir av fýra arbeiða í hesum bólki. 

Hjá arbeiðsgevara undir almennum ræði, ið fevnir um almennar stovnar og almenn partafeløg, arbeiða 44 prosent. Góð 62 prosent av kvinnum arbeiða í hesum bólki. 

[px-graph-3]

Samanumtikið eru 74 prosent av vøkstrinum, 343 persónar, lagdir afturat arbeiðsgevarum, sum eru undir almennum ræði. Hetta er serliga kvinnur, sum vóru 257, ella 2,9 prosent,  fleiri í apríl í ár samanborið við í fjør. Mótsatt, eru kvinnur vornar níggju færri í tali hjá arbeiðsgevarum undir privatum ræði. Menn undir almennum ræði vóru 86, ella 2,2 prosent, fleiri. Hjá arbeiðsgevarum undir privatum ræði vóru teir 131, ella 1,2 prosent, fleiri samanborið við í fjør.

[px-graph-3]

Lutfalsliga flest komin afturat Sandoyar øki 

Niðanfyri sæst prosentmunur av starvsfólkum í apríl í ár samanborið við í fjør býtt á bústaðarøki.  Sandoyar øki hevur havt størsta vøkstur við 4,1 prosentum. Hinvegin hevði Suðuroyar øki eina minking av starvsfólkum við hálvum prosenti. 

Meira útgreinaði lønarhagtøl um øki eru á økissíðunum: Norðoya øki, Eysturoyar øki, Norðstreymoyar øki, Suðurstreymoyar øki, Vága øki, Sandoyar øki, Suðuroyar øki.

[px-graph-5]

Stígur komin í vøksturin av starvsfólkum uttan bústaðartilknýti

Fyri at hava føroyskt bústaðartilknýti skal ein hava búð helvtina av lívinum ella 7 út av 10 samanhangandi árum í Føroyum eina ferð í lívinum. 

Seinastu árini eru tey, sum ikki hava føroyskt bústaðartilknýti, vorðin munandi fleiri í starvsfólkaskaranum. Hesin vøksturin er nú viknaður, sum sæst á grafinum niðanfyri. Í apríl vóru góðir 73 persónar ella 3,6 prosent fleiri samanborið við apríl í fjør. Til samanberingar var vøksturin 256 persónar ella 15 prosent í apríl 2023 í mun til apríl 2022. 

[px-graph-5]

Um starvsfólkahagtølini

Uppgerðin av starvsfólkum fevnir um persónar, ið eru 13 ár ella eldri, og sum í mánaðinum fáa A-skattaða løn svarandi til 4 tímar um mánaðin ella meira gjøgnum Samtíðarskattaskipanina (STSS).  

Hagtøl um starvsfólk og størv fylgja leiðreglunum í handbókunum hjá International Labour Organization (ILO) undir Sameindu Tjóðum. Sambært ILO er eitt starvsfólk ein persónur í arbeiðsførum aldri, sum í styttri tíðarskeiði hevur verið í starvi hjá arbeiðsgevara og hevur framleitt vørur ella veitt tænastur fyri løn. Hetta fevnir um a) persónar í starvi, sum hava arbeitt minst 1 tíma í tíðarskeiðinum (ofta sett til 1 viku) og b) persónar í starvi, men eru fyribils úr arbeiði (sum til dømis sjúkufarloyvi, barsilsfarloyvi ella avspáking).

Keldan til starvsfólk eru mánaðarligar A-skattaðar lønir ígjøgnum samtíðarskattaskipanina (STSS). Í samsvar við altjóða mátið, sum er 1 tíma um vikuna, er mánaðarliga lønarmarkvirðið roknað sum fýra tímalønir hjá einum arbeiðsfólki, av tí tað eru umleið fýra vikur í einum mánaði. Tímalønin er sett sum minstaløn + frítíðarløn eftir sáttmálanum millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag. Tað merkir, at um mánaðarliga lønin er lægri enn markið, telur persónurin ikki við sum starvsfólk tann mánaðin. Sambært Arbeiðs- og Brunaeftirlitinum, kunnu børn yngri enn 13 ár ikki verða sett í arbeiði, og tað er tískil sett sum niðara aldursmark í hagtølunum. 

Broyting í hagtølunum

Í fyrru helvt av 2024 varð arbeitt við nýggjari og meira útgreinaðari útgávu av hagtølunum um starvsfólk, sum tá vórðu endurskoðað, dagførd og broytt. Tað hevði við sær, at samlaða talið av starvsfólki er vaksið eitt vet. Størsta orsøkin er at hagtølini nú fevna um fleiri aldrar. Fyrr fevndu tølini um persónar í aldrinum 16-74, men nú telja øll við, sum eru 13 ár ella eldri. Aðrar broytingar fevna um eitt lægri lønarmarkvirði, at fleiri barsilsskrásetingar eru lagdar afturat, og at ávísar útgjaldingar um STSS, sum áður ikki hava verið mettar at vera løn, eru nú rætt skrásettar sum løn. Í samband við broytingarnar eru nýggjastu tølini ikki sambærlig við hagtølini, sum áður hava verið útgivin. Gomlu talvurnar eru tó framvegis tøkar í hagtalsgrunninum, men verða ikki dagførdar framyvir. Tær gomlu talvurnar eru endaðar og liggja í hagtalsgrunninum undir ”Endaðar talvur”.

PX Web Graph News
Viðm.: Trýst á "vís fleiri grafar" niðast fyri at síggja orðalýsingina um "geirar" fyri lýsing av "ræði".
Viðm.: Trýst á "vís fleiri grafar" niðast fyri at síggja orðalýsingina um "geira" fyri lýsing av "ræði".