Lønargjaldingar
13. jan 2021
Góðar 10 mia. útgoldnar í lønum í 2020 - vøksturin er 2,1%

Í 2020 vórðu 10,3 mia. útgoldnar í lønum. Vøksturin er 2,1% í mun til 2019. Hetta er minsti vøkstur í lønargjaldingunum síðan 2013, tá hann var 1,3%.

Tekin eru um, at korona hevur havt sína ávirkan á lønarútgjaldingarnar í 2020. 

Nú desember-mánaður í 2020 er upptaldur, eru lønargjaldingarnar gjørdar upp fyri alt árið. Útgoldnu lønirnar eru lýstar árliga á myndini niðanfyri, sum vísir, at vøksturin í lønargjaldingunum er stagneraður.

[px-graph-1]

Myndin niðanfyri vísir lønargjaldingarnar fyri bæði kyn. Í 2020 var parturin hjá monnunum 62,5% av lønarútgjaldingunum, meðan parturin hjá kvinnunum var 37,5%. Tað er næstan sama býtið sum árið fyri. Tá áttu menninir 62,8% og kvinnurnar 37,2% av lønargjaldingunum.

[px-graph-2]

Myndin niðanfyri vísir lønargjaldingarnar í teimum fýra vinnugreinabólkunum. 64,0% av lønargjaldingunum vórðu í 2020 útgoldar í almennu- og privatu tænastuvinnunum, 19,2% í fiskivinnu og aðari tilfeingisvinnu og 16,7% í byggivinnu og aðrari tilvirking. 

Almenn o.o. tænasta hava havt ein vøkstur upp á 4,7%. Undanfarnu tvey árini hevur vøksturin annars verið 5%. Privatu tænastuvinnurnar hava ongan vøkstur havt í 2020. Undanfarnu tvey árini hevur vøksturin ligið um 5%. Byggivinna og onnur tilvirking hava havt ein vøkstur upp á 5,4% í 2020. Undanfarnu trý árini hevur vøksturin verið um 12 til 15%. Lønargjaldingarnar í fiskivinnu og aðrari tilfeingisvinnu minkaðu 1,8% í 2020. Lønargjaldingarnar í hesari vinnuni sveiggja meira enn í øðrum vinnum. Í 2019 var vøksturin 8,6%, meðan í 2018 minkaðu lønargjaldingarnar 0,2%.

[px-graph-3]

Stutt um lønargjaldingarnar

Lønargjaldingar eru A-skattskyldugar lønir, sum fyritøkur við heimstaði í Føroyum gjalda. Hagtølini fevna bara um løn fyri útint arbeiði. Aðrar samsýningar og útgjøld, so sum veitingar og eftirlønir eru ikki roknaðar uppí. 

Allar lønargjaldingar, sum lúka oman fyri nevndu krøv, verða taldar uppíuttan mun til um lønarmóttakarin er føroyingur ella útlendingur. 

Stutt um trendin

Trendurin lýsir rákið í lønargjaldingunum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar.

Stutt um høvuðsvinnugreinabólkarnar

Fiskivinna o.a. tilfeingisvinnur fevnir um hesar vinnugreinarnar: Landbúnaður, Fiskiskapur, Ali- og kryvjivirki, Ráevnisvinna, Fiskavøruídnaður og Ótilskilað v.m.

Byggivinna o.o. tilvirking fevnir um hesar vinnugreinarnar: Skipasmiðjur, smiðjur, Annar ídnaður, Bygging og Orku- og vatnveiting

Privatar tænastuvinnur fevnir um hesar vinnugreinarnar: Handil og umvæling, Gistihús og matstovuvirki, Sjóflutningur, Flutningur annars, Postur og fjarskifti, Fígging og trygging, Vinnuligar tænastur, Húshaldstænastur og Felagsskapir, mentan o.a.

Almenn o.o. tænasta fevnir um hesar vinnugreinarnar: Almenn fyrisiting v.m.: Landsfyrisiting, Kommunur og ríkisstovnar, Undirvísing og Heilsu- og almannaverk.

PX Web Graph News