06. okt 2023
Samlaða úrslitið fyri allar vinnur 3,5 milliardir

Bestu úrslitini í 2022 síggjast í bólkunum ‘Landbúnaður og fiskiveiða’, ‘Framleiðsluvinna’ og ‘Heil- og smásøla; umvæling av akførum’ og størsti prosentvísi vøksturin í úrsliti sæst í ‘Flutnings- og goymsluvinna’, 'Landbúnaður og fiskiveiða' og 'List, undirhald og ítróttir'.

Roknskaparhagtøl býtt á vinnugreinar eru dagførd fyri árini 1998 til 2022. Hartil eru nýggjar temasíður gjørdar fyri allar vinnubólkarnar. Temasíðurnar eru at síggja undir breddanum 'Vinna'. 

Nýggju hagtølini visa, at fyri allar vinnur hevur gongdin verið góð í 2022 í mun til seinastu árini. Koronufarsóttin hevði við sær, at frá 2019 til 2020 lækkaði samlaða úrslitið fyri allar vinnur við meira enn eini milliard. Í 2021 megnaðu vinnurnar tó samlað at hála úrslitið upp á 2,8 mia. kr. og í 2022 var úrslitið 3,5 mia. kr.

[px-graph-1]

Úrslitið í ávísum vinnubólkum serliga gott

Góða úrslitið í 2022 sæst serliga aftur í bólkunum ‘Landbúnaður og fiskiveiða’ við 1,7 mia.kr., ‘Framleiðsluvinna’ við 699 mió. kr. og ‘Heil- og smásøla; umvæling av akførum’ við 555 mió.kr.

[px-graph-2]

Úrslitið innan aling var 1,17 milliardir

Besta úrslitið hevði bólkurin ‘Landbúnaður og fiskiveiða’, og har er tað serliga ‘Aling’, ið skarar framúr. Í 2021 var úrslitið 409 mió. kr. og í 2022 var úrslitið 1,17 mia. kr. 

[px-graph-3]

Flutnings- og goymsluvinna størstan prosentvísan vøkstur

Hyggja vit eftir, hvør vinna hevur havt størstan prosentvísan vøkstur í úrslitinum frá 2021 til 2022, er tað ‘Flutnings- og goymsluvinna’, har úrslitið vaks við 363% úr 41 mió. kr. í 2021 upp í 188 mió. kr. í 2022. Hetta er stórur vøkstur, men um hugt verður eftir úrslitinum undanfarin ár, so sæst, at koronufarsóttin rakti henda bólkin meint, og at bólkurin nú sær út til at hava nátt einum úrsliti, ið liggur í somu legu sum undan farsóttini. 

[px-graph-4]

List, undirhald og ítróttir triðstørstan vøkstur

Næststørsti prosentvísi vøksturin í úrslitinum var í áðurnevnda 'Landbúnaður og fiskiveiða’, har úrslitið vaks við 137%. Triðstørsta prosentvísa vøksturin átti bólkurin 'List, undirhald og ítróttir’, har úrslitið vaks við 59% úr 2,2 mió. kr. í 2021 upp í 3,6 mió. kr. í 2022.

[px-graph-5]

Rakstur, fíggjarstøða og roknskaparlyklatøl hjá fyritøkum eru lýst við støði í roknskaparhagtølum.

Fyri at geva eina neyvari mynd av virkseminum og fyri ikki at gera dupultteljingar, er úrslit av kapitalpørtum, t.e. dótturfeløg og atknýtt feløg, ikki tikið við í ársúrslitunum, ið eru greinaði omanfyri.

Altjóða vinnugreinaflokkingin NACE

Í hagtalsgrunninum eru fyritøkur býttar í vinnugreinabólkar eftir sama slag framleiðsluvirksemi. Føroyska vinnugreinabólkingin er grundað á altjóða NACE-vinnugreinaflokkingina, tó við ávísum tillagingum soleiðis at til dømis fiskivinnan, ið er lutfalsliga stór vinna í Føroyum, kann eyðmerkjast fyri seg.

Dømi: 

A Landbúnaður, skógrøkt og fiskiveiða  - NACE 1. stig, Bólkar 

A03 Fiskiveiða og aling - NACE 2. stig, Deildir

A03.1 Fiskiveiða - NACE 3. stig, Flokkar

A03.11 Fiskiveiða - NACE 4. stig, Vinnugreinar, altjóða stig

A03.11.10 Feskfiskiveiða - NACE 5. stig, Vinnugreinar, føroysk greining

Geirin 'Ikki-fíggjarlig feløg'

Hagtølini fevna um allar fyritøkur, sum eru partur av geiranum ikki-fíggjarlig feløg, tó undantikið kvasifyritøkur, so sum Apoteksverkið og Rúsdrekkasøla Landsins.

Sostatt eru hesar vinnurgeinaflokkingarnar ikki við, tí at hesar fella uttanfyri geiran ikki-fíggjarlig feløg:

K Fígging og Trygging, ið fevnir um feløg í fíggjargeiranum.

O Almenn umsiitng og verja; lógarkravdar almannaveitingar

T Húsarhald við starvsfólki; framleiðsla til egna nýtslu

U Virksemi hjá altjóða felagsskapum

PX Web Graph News
Viðm.: Nace 1. stig, Bólkar
Viðm.: NACE 3. stig, flokkar og NACE 5. stig, vinnugreinar, føroysk greining
Viðm.: NACE 1. stig, bólkar
Viðm.: NACE 1. stig, bólkar