Løntakarar
13. feb 2024
27.600 løntakarar í januar — 1,3 prosent fleiri enn í fjør

Januar er vanliga tann mánaðurin í árinum, ið hevur fæstar løntakarar, meðan desembermánaður vanliga hevur flestar. Munurin í løntakaratalinum hesar báðar mánaðirnar er tí sum oftast stórur. Í desember vóru fleiri enn 28.500 løntakarar og í januar var talið 27.664.

Samanborið við sama mánað í fjør er tó øðrvísi. Í januarmánaði í ár vóru stívliga 350 fleiri løntakarar í mun til januar í fjør. Tað svarar til ein vøkstur á 1,3 prosent.

[px-graph-1]

Í januar vóru um 14.000 menn og 13.600 kvinnur í løntakaraskaranum. Hetta er ein vøkstur á ávikavist 1,6 prosent hjá monnum og 0,9 prosent hjá kvinnum í mun til januar í fjør.

[px-graph-2]

Fiskivinnan er minkað, meðan hinar vinnurnar eru vaksnar

Myndirnar niðanfyri vísa løntakaratalið og mánaðarligu gongdina í teimum fýra høvuðsvinnugreinabólkunum.

Í 'almennari o.a. tænastu' hevur vøksturin verið rættiliga javnur síðani 2014. Í mun til sama mánað árið fyri er talið vaksið við góðum 200 løntakarum, sum er ein vøkstur á 2 prosent. 

[px-graph-3]

Seinastu tvey árini hevur løntakaratalið í privatum tænastuvinnum verið rættiliga støðugt. Í mun til januar í fjør eru 38 fleiri løntakarar í januar í 2024, ið svarar til ein vøkstur á 0,4 prosent.

[px-graph-4]

Innan 'byggivinnu o.a. tilvirking' hevur verið ein støðugur vøkstur seinastu tvey árini, eftir at løntakaratalið minkaði nakað í koronutíðini. Borið saman við januar í fjør vóru 128 fleiri løntakarar í januar í ár, sum er ein vøkstur á 3,1 prosent.

[px-graph-5]

Innan 'fiskivinnu o.a. tilfeingisvinnu' eru sveiggini í løntakaratalinum størri enn í hinum vinnugreinabólkunum. Í januar í 2024 vóru 3.937 løntakarar. Hetta er 34 færri samanborið við sama mánað í 2023, sum svarar til eina minking á 0,9 prosent. Sostatt er talið tað lægsta síðan januar 2022.

[px-graph-6]

Talvan niðanfyri vísir løntakaratalið í ymsu vinnugreinunum, sum hoyra undir vinnugreinabólkarnar. Talvan vísir løntakaratalið í januar í 2024 borið saman við januar í 2023. Her sæst, at í fiskivinnuni er tað serliga í ali- og kryvjivirkjum, at løntakaratalið er lækkað. Størsti vøksturin í tølum er í vinnugreinini undirvísing og harnæst í bygging.

[px-graph-7]

Útlendskir ríkisborgarar

Lutfallið av útlendskum ríkisborgarum er minkað við 0,7 prosentstigum niður á 6,9 prosent frá desember til januar. Í mun til januar í fjør er teirra partur tó 0,4 prosentstig hægri.

[px-graph-8]

Flestu útlendsku løntakarar hava annan enn evropeiskan ríkisborgaraskap. Útlendskir ríkisborgarar starvast flestir innan fiskavøruídnað, gistihús og matstovuvirki, ali- og kryvjivirki, umframt húsarhaldstænastur.

[px-graph-9]

Stutt um løntakarar

Ein løntakari er millum 16 og 74 ár, fær A-inntøku og hevur bústað í Føroyum í tíðarskeiðinum, tá lønin verður útgoldin. Løntakarar eru tey, sum í einum mánaði fáa løn útgoldna, sum í minsta lagi er ájavnt eina dagløn hjá ófaklærdum arbeiðsfólki. Hetta, uttan mun til um arbeiðsgevarin er føroyskur ella útlendskur.

Stutt um trendin

Trendurin lýsir rákið í løntakaratalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar.

Stutt um vinnugreinabólkarnar

Fiskivinna o.o. ráevnisvinna fevnir um hesar vinnugreinarnar: Landbúnaður, Fiskiskapur, Ali- og kryvjivirki, Ráevnisvinna, Fiskavøruídnaður og Ótilskilað v.m.

Byggivinna o.o. tilvirking fevnir um hesar vinnugreinarnar: Skipasmiðjur, Smiðjur, Annar ídnaður, Bygging og Orku- og vatnveiting.

Privatar tænastuvinnur fevnir um hesar vinnugreinarnar: Handil og umvæling, Gistihús og matstovuvirki, Sjóflutningur, Flutningur annars, Postur og fjarskifti, Fígging og trygging, Vinnuligar tænastur, Húshaldstænastur og Felagsskapir, mentan o.a.

Almenn o.o. tænasta fevnir um hesar vinnugreinarnar: Almenn fyrisiting v.m. (landsfyrisiting, kommunur og ríkisstovnar), Undirvísing og Heilsu- og almannaverk.

PX Web Graph News