Fólkatal
10. nov 2023
Stívliga 54.500 fólk búðu í Føroyum 1. oktober — vøksturin er 1%

Fólkatalið vaks við 554 persónum seinasta árið, og 1. oktober búðu 54.522 fólk í Føroyum. Tað svarar til ein vøkstur á 1%, sum er nakað minni enn í undanfarna tíðarskeiði.

Fólkatalið veksur framvegis við somu lágu ferð, sum vit hava sæð í ár og i fjør. Seinasta árið kom árligi vøksturin niður á 1,0% eftir at hava ligið um 1,1% í nakrar mánaðir. Lítla minkingin í árligu broytingini kemur av, at nettoflytingin er minkað eitt sindur meiri, enn burðaravlopið er vaksið. 

[px-graph-1]

Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð. Vøksturin seinasta árið kemur av einum burðaravlopi á 202 fólk og eini nettoflyting á 352 fólk. Talvan niðanfyri vísir, at samanborið við undanfarna tíðarskeið er nettoflytingin minkað eitt sindur meiri, enn burðaravlopið er vaksið. Tað hevur við sær, at fólkavøksturin seinasta árið var eitt vet minni enn í undanfarna tíðarskeiði. 

Nettoflytingin stendur í stað

Trendarnir vísa, at munurin millum tilflyting og fráflyting ikki er broyttur stórvegis seinastu mánaðirnar. Gongdin í tilflytingini minkaði nakað síðsta heyst, men hevur síðan tá staðið í stað - eins og gongdin í fráflytingini hevur. Nettoflytingin tykist tí fyribils at standa í stað. Trendurin í myndini niðanfyri lýsir gongdina í til- og fráflytingini.

[px-graph-3]

Minkandi deyðatal økir um burðaravlopið

Trendarnir vísa, at munurin millum fødd og deyð er vaksin í seinastuni. Seinastu mánaðirnar er føðitalið spakuligani minkað. Deyðatalið er tó minkað meira, og sostatt veksur burðaravlopið. Trendarnir í myndini niðanfyri lýsa gongdina í føði- og deyðatalinum.

[px-graph-2]

Ikki-danskir ríkisborgarar økja um fólkatalið

Samansetingin av ríkisborgarum, sum leggjast aftrat fólkatalinum, er nógv broytt. Um vit samanbera seinasta árið við sama tíðarskeið fyri fimm árum síðani, so stóðu danskir ríkisborgarar fyri tveimum triðingum av fólkavøkstrinum tá. Seinasta árið vóru tað ríkisborgarar úr Asiu og úr evropeiskum londum uttan fyri norðurlond, sum tilsamans stóðu fyri tveimum triðingum av fólkavøkstrinum. 

[px-graph-4]

Størsti vøkstur í størstu kommununum

Í kommununum var fólkavøksturin størstur í Tórshavnar, Klaksvíkar og Nes kommunu. Síðani í Runavíkar kommunu og Eysturkommunu. Í bygdunum vaks fólkatalið mest í Tórshavn, Saltangará, Hoyvík og Klaksvík. Sí fleiri tøl í talvuni niðanfyri, sum vísir fólkatalið í kommununum við tilhoyrandi bygdum 1. oktober 2022 og 2023. 

[px-graph-5]

 

Fólkatølini eru ein mánað afturút
Orsøkin til, at fólkatølini eru ein mánað afturút, er at seinkingar eru í skrásetingunum, serliga flytingar, har fleiri verða skrásettar eftir at uppgjørdi mánaðurin er liðugur. Fyri at fáa tær flestu rættingarnar við, verður bíðað ein mánað, so at uppgerðin verður so rættvísandi sum gjørligt.

Stutt um fólkatølini
Fólkatalið er øll fólk, sum sambært Landsfólkaskránni eru skrásett at búgva í Føroyum.
Hagtøl um fólkatalið fevna um øll, sum eru skrásett at búgva í Føroyum, har tey eru lýst við føðidegi, kyni, føðistaði, ríksborgaraskapi, borgarastøðu, upplýsingum um møguliga tilflyting og fráflyting, innlendis eins og millum Føroyar og útlond.

Stutt um trendin
Trendurin lýsir rákið í fólkatalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í fólkatalinum.

PX Web Graph News
Viðm.: Uppgjørt fyrst í mánaðinum
Viðm.: Uppgjørt fyrst í mánaðinum
Viðm.: Uppgjørt fyrst í mánaðinum