Fólkatal
11. mar 2024
Knapt 54.600 fólk búðu í Føroyum 1. februar — vøksturin er 0,8%

Fólkatalið vaks við 450 persónum seinasta árið, og 1. februar búðu 54.569 fólk í Føroyum. Tað svarar til ein vøkstur á 0,8%, sum er minni enn í undanfarna tíðarskeiði.

Fólkavøksturin í Føroyum heldur fram á tíggjunda ári. Seinastu tvey árini hevur hann verið lakari enn frammanundan. Burðaravlopið hevur verið lutfalsliga lítið, fyrst vegna vøkstur í deyðtalinum og síðani vegna minking í burðartalinum. Nettoflytingin er eisini minkað nakað, bæði vegna minking í tilflytingini og minking í fráflytingini. Samanlagt gevur tað ein lakari fólkavøksturin enn áður, og hetta sæst aftur í myndini niðanfyri, sum vísir gongdina í fólkatalinum síðan 1985. 

[px-graph-1]

Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð. Vøksturin seinasta árið kemur av einum burðaravlopi á 160 og eini nettoflyting á 290 fólk. Talvan niðanfyri vísir, at fólkavøksturin seinasta árið var minni enn í undanfarna tíðarskeiði. 

feb

Færri flyta

Trendarnir í myndini niðanfyri vísa gongdina í til- og fráflytingini. Trendarnir í flytingunum vísa minking í bæði tilflyting og fráflyting. Tilflytingin er minkað meiri enn fráflytingin, og er nú á sama stigi sum í 2020. Samanlagt minkar hetta um nettoflytingina. Í tíðarskeiðnum frá 2017 til 2022 lá árliga nettoflytingin millum 400 og 500 fólk. Seinasta árið var hon 290 fólk. 

[px-graph-3]

Færri verða fødd og færri doyggja

Trendarnir í myndini niðanfyri lýsa gongdina í føði- og deyðatalinum. Trendarnir vísa minkingar í bæði føðitalinum og deyðatalinum seinastu tvey árini. Deyðatalið er minkað meir enn føðitalið, og samanlagt økir tað um burðaravlopið. Áðrenn stóru minkingina í burðaravlopinum, sum byrjaði fyri tveimum árinum síðani, lá burðaravlopið millum 200 og 300 børn. Í undanfarna tíðarskeiði var tað niðri á 143 børnum, og seinasta árið vaks tað upp á 160 børn. 

[px-graph-2]

Knapt 1.000 fólk við bústaðartilknýti hava annan ríkisborgaraskap enn danskan

Grafurin niðanfyri vísir, hvussu mong hava bústaðartilknýti, og hvussu mong av teimum annaðhvørt hava danskan ella annan ríkisborgaraskap. 

51.263 fólk í Føroyum høvdu bústaðartilknýti til Føroya 1. februar. Tað merkir, at 94 prosent av fólkinum annaðhvørt hava búð í Føroyum helvtina av lívinum ella í 7 av 10 samanhangandi árum. Hetta áramálið er valt við íblástri í krøvum, sum verða sett til uppihald, tá søkt verður um ríkisborgaraskap í norðurlondum. Talið av teimum, sum hava bústaðartilknýti, men ikki hava danskan ríkisborgaraskap, kann tí geva eina ábending um, hvussu mong í Føroyum lúka kravið um uppihald til danskan ríkisborgaraskap. Tey vóru knapt 1.000 í tali 1. februar í ár. 

Til samanburðar kann nevnast, at fram til 1. januar 2024 høvdu tilsamans 410 persónar í landsfólkaskránni fingið danskan ríkisborgaraskap.

Bústaðartilknýti er eitt nýtt hugtak hjá Hagstovuni. Meira kann lesast um bústaðartilknýti á temasíðuni og í greinini um bústaðartilknýti. 

[px-graph-5]

Nógvar kommunur vaksa

Hóast fólkavøksturin er minkandi í landinum sum heild, so høvdu 14 av teimum 29 kommununum fólkavøkstur seinasta árið. Størsti vøkstur var í Tórshavnar, Klaksvíkar, Runavíkar og Eysturkommunu. Í teimum kommununum vaks fólkatalið serliga í Tórshavn, Hoyvík, Klaksvík og í Leirvík. Fólkatalið var óbroytt í tveimum og minkaði í 13 kommunum. Størsta minking var í Hvalbiar kommunu. Sí fleiri tøl í talvuni niðanfyri, sum vísir fólkatalið í kommununum við tilhoyrandi bygdum 1. februar 2023 og 2024. 

[px-graph-6]

Fólkatølini eru ein mánað afturút
Orsøkin til, at fólkatølini eru ein mánað afturút, er at seinkingar eru í skrásetingunum, serliga flytingar, har fleiri verða skrásettar eftir at uppgjørdi mánaðurin er liðugur. Fyri at fáa tær flestu rættingarnar við, verður bíðað ein mánað, so at uppgerðin verður so rættvísandi sum gjørligt.

Stutt um fólkatølini
Fólkatalið er øll fólk, sum sambært Landsfólkaskránni eru skrásett at búgva í Føroyum.
Hagtøl um fólkatalið fevna um øll, sum eru skrásett at búgva í Føroyum, har tey eru lýst við føðidegi, kyni, føðistaði, ríksborgaraskapi, borgarastøðu, upplýsingum um møguliga tilflyting og fráflyting, innlendis eins og millum Føroyar og útlond.

Stutt um trendin
Trendurin lýsir rákið í fólkatalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í fólkatalinum.

PX Web Graph News
Viðm.: Uppgjørt fyrst í mánaðinum
Viðm.: Uppgjørt fyrst í mánaðinum
Viðm.: Uppgjørt fyrst í mánaðinum