Løn (A-skattað)
17. feb 2025
12,8 milliardir útgoldnar í lønum seinastu 12 mánaðirnar — vøksturin er 5 prosent

Lønirnar vóru 593 milliónir krónur, ella 4,9 prosent, størri í tíðarskeiðinum frá februar 2024 til januar 2025 enn undanfarnu 12 mánaðirnar.
[px-graph-2]
Gongdin vísir, at vøksturin í útgoldnum lønum hevur verið støðugur, men er viknaður seinasta árið. Hetta sæst við at hyggja eftir trendinum.
[px-graph-1]
Kvinnur eiga størsta partin av vøkstrinum
Seinastu árini hevur vøksturin hjá kvinnum hevur verið javnari enn hjá monnum. Serliga var lønargongdin hjá monnum ávirkað av koronufarstóttini. Seinastu 12 mánaðirnar hava kvinnur átt 39 prosent av samlaðu lønunum. Hetta er eitt prosent hægri enn í undanfarna tíðarskeiði.
[px-graph-2]
Av samlaða vøkstrinum upp á næstan 600 milliónir krónur, áttu kvinnurnar yvir 60 prosent við 370 milliónum krónum. Av hesum áttu kvinnur, ið arbeiða hjá arbeiðsgevarum undir almennum ræði, 328 milliónir krónur.
Samlaða útgoldna lønin hjá kvinnum var átta prosent hægri seinastu 12 mánaðirnar samanborið við undanfarna tíðarskeið. Hjá monnum var lønin trý prosent hægri. Hjá kvinnum og monnum sum arbeiða hjá arbeiðsgevara undir almennum ræði var vøksturin ávikavist ellivu og seks prosent.
[px-graph-3]
Lønirnar minkaðar í uppsjóvarveiðu
Talvan niðanfyri vísir A-skattaðu lønirnar á ovasta stigi eftir vinnugreinaflokkingini NACE fyri seinastu 12 mánaðirnar samanborið við 12 mánaðirnar frammanundan. Størsti vøkstur í krónum var í "Almenn umsiting og verja; lógarkravdar almannaveitingar" og næst í "Heilsu- og almannaverk". Í "Heilsu- og almannaverk" sæst, at tað er serliga undirbólkurin "Røktarvirksemi á bústovnum", sum hevur havt størsta lutfalsliga vøkstur.
"Landbúnaður, skógrøkt og fiskiveiða" og "Framleiðsluvinna" hava sum tær einastu vinnugreinarnar havt eina minking í útgoldnum lønum. Verður "Landbúnaður, skógrøkt og fiskiveiða" víðari útgreinað, sæst at størsta minkingin er í uppsjóvarveiðu, har útgoldnu lønirnar vóru 110 milliónir ella 17 prosent minni seinastu 12 mánaðirnar samanborið við undanfarna tíðarskeið.
[px-graph-5]
Størsti vøkstur í Sandoyar øki
Niðanfyri sæst prosentmunur í útgoldnum lønum seinastu 12 mánaðirnar samanborið við undanfarna tíðarskeið býtt á bústaðarøki. Sandoyar øki hevur havt størsta vøkstur við yvir átta prosentum. Suðuroyar øki hevði minsta vøkstur við 2,3 prosentum.
Meira útgreinaði lønarhagtøl um øki eru á økissíðunum: Norðoya øki, Eysturoyar øki, Norðstreymoyar øki, Suðurstreymoyar øki, Vága øki, Sandoyar øki, Suðuroyar øki.
[px-graph-4]
Miðallønin hjá kvinnum góður fjórðingur lægri
Í januar var mánaðarliga miðallønin fyri hvønn persón 33.633 krónur. Hetta er 5,6 prosent hægri samanborið við sama mánað í fjør. Grafurin niðanfyri vísir miðallønina býtt á kyn. Í januar fingu kvinnur 28.000 krónur í miðal, sum er 28 prosent lægri enn miðallønin hjá monnum, sum var 38.900 krónur. Samanborið við sama mánað árið fyri er útgoldna miðallønin vaksin við yvir fimm prosentum hjá monnum og seks prosentum hjá kvinnum. Gev gætur, at tað ikki verður tikið hædd fyri arbeiðstíð, tá miðallønin verður roknað. Hon verður roknað við at býta samlaðu lønina við tal av persónum, sum fáa løn.
[px-graph-7]
Um lønarhagtølini
Løn sum hagfrøðiligt hugtak er partur av tí breiðu allýsingini av viðurlagi til starvsfólk. Viðurlag er tvíbýtt í a) løn og b) ískoyti hjá arbeiðsgevarum til sosialar skipanir, herundir pensjón. Hugtøkini byggja á allýsingina í tjóðarroknskaparhandbókunum 'System of National Accounts' hjá ST og 'European System of Accounts' hjá Eurostat.
Eftir hesi allýsing fevnir løn um lønarpartar so sum grundløn, viðbøtur, yvirtíðargjøld, frítíðarløn, starvsfólkaágóðar, men ikki um sosial gjøld hjá arbeiðsgevaranum so sum eftirløn, arbeiðsloysistrygging og barsilsgjald.
Hagtølini um lønir fevna bert um løn í peningi, ið verður goldin av einum arbeiðsgevara til eitt starvsfólk um samtíðarskattaskipanina. Tískil fevna lønir bara um A-skattskyldugar inntøkur frá arbeiðsgevarum, ið eru búskaparliga virknir í Føroyum. Allar lønir, sum lúka oman fyri nevndu krøv, telja við, uttan mun til um starvsfólkið er búsitandi í Føroyum ella uttanlands.
Broyting í hagtølunum í 2024
Í fyrru helvt av 2024 varð arbeitt við nýggjari og meira útgreinaðari útgávu av lønarhagtølum, sum tá vórðu endurskoðað, dagførd og broytt. Tað hevði við sær, at samlaðu lønirnar vuksu eitt vet - serliga seinnu árini. Størsta orsøkin handan vøksturin er at hagtølini nú eisini fevna um teir arbeiðsgevarar, ið eru skrásettir í føroysku altjóða skipaskrásetingini (FAS-skipanini) og mettir at vera partur av føroyska búskapinum. Í samband við broytingarnar eru nýggjastu tølini ikki sambærlig við hagtølini, sum áður hava verið útgivin. Gomlu talvurnar eru tó framvegis tøkar í hagtalsgrunninum, men verða ikki dagførdar framyvir. Tær gomlu talvurnar eru endaðar og liggja í hagtalsgrunninum undir ”Endað”.