Gistingar
25. nov 2021
Tvífalt so nógvar gistingar í oktober

Eins og í september, vóru næstan tvífalt so nógvar gistingar í oktober í mun til í fjør. Í oktober vóru gistinæturnar stívliga 16.400 í tali, sum er met fyri einstakan oktobermánað. Gistinæturnar vuksu 88% samanborið við sama mánað í fjør ella 22% í mun til 2019.

Í oktober í ár vóru 16.433 gistingar á føroysku gistingarhúsunum. Tað eru knappliga 7.700 fleiri gistinætur samanborið við sama mánað í fjør. Gistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista á gistingarhúsum.

[px-graph-1]

[px-graph-2]

Talið av gistináttum hjá dønum tvífaldaðist í mun til sama mánað í fjør, meðan talið av gistináttum hjá fólkum úr øðrum londum enn Føroyum og Danmark meira enn trífaldaðist. 

[px-graph-3]

Innskrivingar

Innskrivingarnar vísa talið av ferðafólkum á gistingarhúsunum, sama hvussu leingi tey gista. Innskrivingarnar vóru góðar 6.500 í tali í oktober, sum er 65% fleiri enn í fjør. Vøksturin er 23% meira enn sama mánað í 2019. 

[px-graph-4]

Nýtslustig

Nýtslustigið vísir, hvussu stórur partur av tøku kømrunum verður brúktur. Góð 48% av kømrunum vórðu brúkt í oktober, samanborið við 33% í fjør. Í 2019 var nýtslustigið 62%. 

Í fjør vaks talið av kømrum munandi, tí tvey størri gistingarhús eru latin upp og onnur útbygd, og tí er rúm er fyri fleiri vitjandi. Nýtslustigið er tí lægri enn í 2019, hóast gistingarnar vóru fleiri.

[px-graph-5]

Gistingar og innskrivingar higartil í ár

Verður hugt at mánaðunum í ár samanlagt, sæst at bæði gistingarnar og innskrivingarnar eru nærum tvífaldaðar í mun til í fjør.

[px-graph-6]

Orðalýsingar

Persónsgistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista. Um 10 fólk gista 3 nætur, eru hetta 30 gistinætur.

Innskrivingar telja, hvussu nógvar innskrivingar eru. Um 10 fólk skriva seg inn, eru hetta 10 innskrivingar, óansæð hvussu leingi tey gista. Eisini skrásett, um talan er um frítíðar- ella starvsferð.

Kamarsnætur telja, hvussu nógv og hvussu leingi kømur verða brúkt. Um 10 fólk gista í 5 kømurum í 3 nætur, eru hetta 15 kamarsnætur.

PX Web Graph News