Fólkatal
10. jul 2023
54.500 fólk búðu í Føroyum 1. juni - vøksturin er 1,1%

Fólkatalið vaks við 591 persónum seinasta árið, og 1. juni búðu 54.503 fólk í Føroyum. Tað svarar til ein vøkstur á 1,1%, sum er nakað minni enn í undanfarna tíðarskeiði.

Síðani fólkavøksturin byrjaði fyri skjótt 10 árum síðani, er fólkatalið vaksið við 6.500 fólkum ella 14%. Seinastu tíðina hevur fólkavøksturin tó verið lakari enn undanfarnu árini. Burðaravlopið minkaði óvanliga nógv í byrjanini av 2022, og hóast minkingin lutvíst varð uppvigað av einum lítlum vøkstri í nettoflytingini, so minkaði tað um árliga fólkavøksturin. Seinastu mánaðirnar er burðaravlopið vaksið nakað aftur, samstundis sum nettoflytingin er minkað eitt sindur. Spakuligi vøksturin í fólkatalinum heldur tí fram.

[px-graph-1]

Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð. Vøksturin seinasta árið kemur av einum burðaravlopi á 180 fólk og eini nettoflyting á 411 fólk.  Talvan niðanfyri vísir, at samanborið við undanfarna tíðarskeið er nettoflytingin minkað meðan burðaravlopið er vaksið. 

kk

Nettoflytingin stendur í stað

Trendarnir vísa, at munurin millum tilflyting og fráflyting ikki er broyttur stórvegis seinastu mánaðirnar. Gongdin í tilflytingini minkaði nakað síðsta heyst, men hevur síðan tá staðið í stað - eins og gongdin í fráflytingini hevur. Nettoflytingin er tí minkað eitt sindur, men tykist inntil víðari at standa í stað. Trendurin í myndini niðanfyri lýsir gongdina í til- og fráflytingini.

[px-graph-3]

Minkandi deyðatal økir um burðaravlopið

Trendarnir vísa, at munurin millum fødd og deyð er vaksin seinastu mánaðirnar. Hesin spakuligi vøksturin í burðaravlopinum kemur aftan á stóru minkingina í fjør, sum stóðst av, at færri føddust og fleiri doyðu enn vanligt. Seinastu mánaðirnar hevur gongdin í deyðatalinum verið minkandi, og saman við meiri støðugu gongdini í føðitalinum veksur tað spakuliga um burðaravlopið. Trendarnir í myndini niðanfyri lýsa gongdina í føði- og deyðatalinum.

[px-graph-2]

Eingin fólkavøkstur millum danskir ríkisborgarar

Talið av persónum, sum hava annan ríkisborgaraskap enn danskan, er vaksið nógv seinastu fimm árini. Danskir ríkisborgarar hava verið partur av fólkavøkstrinum, men tað eru teir ikki longur. Myndin niðanfyri vísir, at ongin fólkavøkstur var millum danskir ríkisborgarar í Føroyum í fjør. 
 

[px-graph-4]

Størsti vøkstur í størstu kommununum

Í kommununum var fólkavøksturin størstur í Tórshavnar, Runavíkar og Klaksvíkar kommunu. Síðani í Nes og Sjóvar kommunu. Í bygdunum vaks fólkatalið mest í Tórshavn, Klaksvík, Saltangará og á Strondum. Sí fleiri tøl í talvuni niðanfyri, sum vísir fólkatalið í kommununum við tilhoyrandi bygdum 1. juni 2022 og 2023.
 

[px-graph-5]

 

ss

Fólkatølini eru ein mánað afturút
Orsøkin til, at fólkatølini eru ein mánað afturút, er at seinkingar eru í skrásetingunum, serliga flytingar, har fleiri verða skrásettar eftir at uppgjørdi mánaðurin er liðugur. Fyri at fáa tær flestu rættingarnar við, verður bíðað ein mánað, so at uppgerðin verður so rættvísandi sum gjørligt.

Stutt um fólkatølini
Fólkatalið er øll fólk, sum sambært Landsfólkaskránni eru skrásett at búgva í Føroyum.
Hagtøl um fólkatalið fevna um øll, sum eru skrásett at búgva í Føroyum, har tey eru lýst við føðidegi, kyni, føðistaði, ríksborgaraskapi, borgarastøðu, upplýsingum um møguliga tilflyting og fráflyting, innlendis eins og millum Føroyar og útlond.

Stutt um trendin
Trendurin lýsir rákið í fólkatalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í fólkatalinum.

PX Web Graph News
Viðm.: Uppgjørt fyrst í mánaðinum
Viðm.: Uppgjørt 1. januar
Viðm.: Uppgjørt fyrst í mánaðinum