Gjaldsjavni
05. Mai 2021
Avlopið á gjaldsjavnanum er enn stórt

Uppgerðin av av rakstrarviðskiftum gjaldsjavnans vísir framhaldandi stórt avlop árini 2018 og 2019.

Stór avlop hava verið á rakstrarviðskiftum gjaldsjavnans síðani 2013.

[px-graph-1]

Rakstraravlopið fyri 2018 og 2019 er nakað lægri enn árini 2016 og 2017. Lægra avlopið í 2018 stavar í høvuðsheitum frá minni útflutningi av frystum laksi og sild.

Størri inntøkur frá sølu av tænastum til umheimin, eitt nú innan ferðavinnu og flutning, hava gjørt, at hallið á tænastujavnanum hevur verið lítið seinastu árini. Somuleiðis hava nettorakstrarflytingarnar í privata geiranum, so sum pensións- og tryggingargjøld, verið lutfalsliga høgar seinastu trý árini.

[px-graph-2]

Tænastuhandilin við umheimin er grundaður á spurnabløð, ið Hagstovan sendir út til ávísar fyritøkur. Av tí sama er ein ávís óvissa um hesi tølini.

Í uppgerðini av rakstrarviðskiftum gjaldsjavnans fyri 2018 og 2019 er hallið á tænastujavnanum ávikavist 244 og 405 mió. kr. Hetta er á sama støði sum í 2016 og 2017, men minni hall enn árini frammanundan. Rákið í løtuni er, at útflutningurin av tænastum veksur skjótari enn innflutningurin av tænastum.

Stutt lýsing av rakstrarviðskiftum gjaldsjavnans

Uppgerðin av rakstrarviðskiftum gjaldsjavnans fevnir um vøruhandil, tænastuhandil, inntøkuflytingar til og frá útlondum, ið eru lønarflytingar og ognarinntøkur frá beinleiðis íløgum og íløgur í virðisbrøv og lánsbrøv, umframt rentur á inn- og útlán og vøru- og tænastukredittir. Rakstrarflytingar eru fyrst og fremst einvegis flytingar uttan einum beinleiðis mótkravi frá móttakara.

Uppgerðin gevur innlit í, hvat slag av tænastum, inntøkuflytingum og rakstrarflytingum, sum eru millum Føroyar og umheimin. Sí eisini í seinri grein uppgerð av ogn og skuld, sum lýsir statuspostarnar til hesar íløgur, lán o.a., býtt á privata vinnu, fíggjarstovnar, tað almenna, húsarhald og felagsskapir.

PX Web Graph News