Fólkatal
22. aug 2023
54.600 fólk búðu í Føroyum 1. juli - vøksturin er 1,1%

Fólkatalið vaks við 609 persónum seinasta árið, og 1. juli búðu 54.601 fólk í Føroyum. Tað svarar til ein vøkstur á 1,1%, sum er nakað minni enn í undanfarna tíðarskeiði.

Síðani fólkavøksturin byrjaði fyri skjótt 10 árum síðani, er fólkatalið vaksið við 6.500 fólkum ella 14%. Gongdin í fólkavøkstrinum hevur verið ymisk í økjunum kring landið, og ferðin á fólkavøkstinum hevur verið ymisk frá ári til ár. Seinastu tíðina hevur fólkavøksturin verið lakari enn undanfarnu árini, og tað hómast aftur í myndini niðanfyri.  

[px-graph-1]

Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð. Vøksturin seinasta árið kemur av einum burðaravlopi á 185 fólk og eini nettoflyting á 424 fólk. Talvan niðanfyri vísir, at samanborið við undanfarna tíðarskeið er nettoflytingin minkað meðan burðaravlopið er vaksið. 

 

Gongdin í flytingunum óbroytt

Trendarnir í myndini niðanfyri vísa, at gongdin á tilflyting og fráflyting ikki er broytt stórvegis seinastu mánaðirnar.  Tilflytingin og fráflytingin fóru at vaksa seint í 2020, og vøksturin helt fram til í fjørheyst. Tá kom broyting í. Gongdin í tilflytingini minkaði nakað, meðan vøksturin í fráflytingini steðgaði. Síðani tá hevur gongdin í bæði tilflytingini og fráflytingini verið mestsum óbroytt. 

[px-graph-2]

Deyðatalið minkar meiri enn føðitalið

Trendarnir vísa, at gongdin í føðitalinum og deyðatalinum hevur verið minkandi seinastu mánaðirnar. Gongdin í deyðatalinum hevur tó verið meiri minkandi enn tann í føðitalinum, og samanlagt veksur hetta um munin millum fødd og deyð. Deyðatalið er nú minkað so mikið nógv, at tað er á sama stigi sum framman undan stóra vøkstrinum, sum var í fjør.

[px-graph-3]

Størsti vøkstur í Eysturoyar øki seinastu 10 árini

Fólkatalið hevur í longri tíð verið javnt vaksandi, men stórur munur er á økjunum kring landið. Samanborið við 1. juli 2013 er fólkatalið vaksið í øllum økjum uttan Sandoyar- og Suðuroyar øki. Størsti vøksturin hevur verið í Suðurstreymoyar- og Eysturoyar øki við 17-18%, síðani í Vága-, Norðoya- og Norðstreymoyar øki við 7-12%. So gott sum ongin broyting hevur verið í Sandoyar- og Suðuroyar øki. Prosentvísa gongdin síðan 2013 sæst í myndini niðanfyri.

[px-graph-4]

Vøksturin størstur í størstu kommununum

Í kommununum var fólkavøksturin størstur í Tórshavnar, Runavíkar og Klaksvíkar kommunu. Síðani í Nes og Sjóvar og Vestmanna kommunu. Í bygdunum vaks fólkatalið mest í Tórshavn, Klaksvík, Argjum, Saltangará og á Toftum. Sí fleiri tøl í talvuni niðanfyri, sum vísir fólkatalið í kommununum við tilhoyrandi bygdum 1. juli 2022 og 2023.   

[px-graph-5]

Fólkatølini eru ein mánað afturút
Orsøkin til, at fólkatølini eru ein mánað afturút, er at seinkingar eru í skrásetingunum, serliga flytingar, har fleiri verða skrásettar eftir at uppgjørdi mánaðurin er liðugur. Fyri at fáa tær flestu rættingarnar við, verður bíðað ein mánað, so at uppgerðin verður so rættvísandi sum gjørligt.

Stutt um fólkatølini
Fólkatalið er øll fólk, sum sambært Landsfólkaskránni eru skrásett at búgva í Føroyum.
Hagtøl um fólkatalið fevna um øll, sum eru skrásett at búgva í Føroyum, har tey eru lýst við føðidegi, kyni, føðistaði, ríksborgaraskapi, borgarastøðu, upplýsingum um møguliga tilflyting og fráflyting, innlendis eins og millum Føroyar og útlond.

Stutt um trendin
Trendurin lýsir rákið í fólkatalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í fólkatalinum.

PX Web Graph News
Viðm.: Uppgjørt fyrst í mánaðinum
Viðm.: Uppgjørt fyrst í mánaðinum