11. okt 2024
Føroyskar fyritøkur millum tær mest nýskapandi í Evropa

Meira enn helmingurin av fyritøkum í Føroyum, sum hava tíggju ella fleiri starvsfólk, nýskapa. Føroyskar fyritøkur eru millum tær mest nýskapandi í Norðurlondum og Evropa.

Hagstova Føroya kunnger fyri fyrstu ferð nýggj hagtøl um nýskapan (en: innovation) í samstarvi við Granskingarráðið. Hagtølini eru gjørd eftir altjóða leisti eftir ásetingum hjá Eurostat og Oslo-handbókini um nýskapan. 

Framyvir verða hagtølini gjørd annað hvørt ár, soleiðis at til ber at fylgja gongdini.

58 prosent av fyritøkum nýskapa

Fyritøkur, sum nýskapa, bjóða eina nýggja vøru ella tænastu. Tær kunna eisini hava ment  ella eru í gongd við at menna eina nýggja vøru ella tænastu ella nýggja arbeiðsgongd. Nýskapan fevnir eisini fyritøkur, sum hava framt ella keypt gransking og menning.

Høvuðshagtalið, ið verður nýtt til at máta virksemið innan nýskapan er hvussu stórur partur av fyritøkum nýskapa. Í tíðarskeiðinum frá 2020 til 2022 nýskaptu 58 prosent av føroyskum fyritøkum, sum hava tíggju ella fleiri starvsfólk. Hetta er næsthægst í Norðurlondunum. Í Finnland nýskaptu 61,5 prosent av fyritøkum, í Svøríki 57,6 prosent, meðan tað í Noreg bert var helmingurin (50,5 prosent), í Íslandi 48 prosent og Danmark 46,0 prosent.

Eisini samanborið við Evropa eru føroysku fyritøkurnar eisini væl við í árunum 2020 til 2022. Parturin av fyritøkum, sum nýskapa í londunum í Evropa er rættiliga ymiskur. Í Rumenia eru tað undir 10 prosent, sum nýskapa. Í hinum endanum eru Grikkaland, Týskland og Finnland, har yvir 60 prosent av fyritøkum nýskapa. Føroyar eru beint undir 60 prosent og eru sostatt millum tey fremstu.

Uppgerðin fevnir um tíðarskeiðið, tá koronufarsóttin rakti. Myndin niðanfyri vísir eisini tíðarskeiði fyri koronu. Merkisvert er at parturin av fyritøkum, sum nýskapa, minkaði í fleiri londum í Evropa, í mun til tíðarskeiði undan koronu. Fyrsta uppgerðin av nýskapan fyri Føroyar er fyri tíðarskeiði 2020 til 2022, og tí ber ikki til at samanbera føroysku tølini fyri bæði tíðarskeiðini.

Partur sum nýskapa

Tá samanborið verður millum lond skulu vinnugreinarnar A Landbúnaður, skógrøkt og fiskiveiða, I Gisting og matstovuvinna og N Umsitingarligar o.l. tænastuveitingar ikki teljast við. Tá hesar vinnugreinarnar eru taldar við, er parturin av føroyskum fyritøkum, sum nýskapa, tó óbroyttur.

 

Tvær vinnugreinar standa fyri 80 prosent av útreiðslunum í 2022

Tilsamans høvdu allar føroysku fyritøkurnar útreiðslur til nýskapan fyri góðar 546 milliónir krónur. 

Tað eru serliga tvær vinnugreinarnar, sum gera stórar íløgur og eiga meginpartin av útreiðslunum. Tær vinnugreinarnar eru A Landbúnaður, skógrøkt og fiskiveiða og J Kunning og samskifti, sum tilsamans áttu 80 prosent av útreiðslunum til nýskapan. 

[px-graph-1]

Meiri enn helmingurin sett nýggjar arbeiðsgongdir í verk

Fyritøkur, sum nýskapa, bjóða nýggar vørur og tænastu ella seta í verk nýggjar arbeiðsgongdir í fyritøkuni. 

Meiri enn helmingurin av fyritøkunum í árunum 2020 til 2022 hava sett nýggjar mannagongdir í verk. Tað eru serliga mannagongdir, sum fevna um at skipa virksemi øðrvísi innanhýsis ella menna sambondini við onnur, sum eru nýggjar. Eisini eru tað fleiri fyritøkur, sum hava ment mannagongdirnar at skipa ábyrgdarøki, avgerðarbýti og starvsfólkamenning annars.

[px-graph-2]

Góð 20 prosent av fyritøkunum hava bjóðað kundum sínum nýggjar vørur ella tænastur. 17 prosent hava veitt nýggjar vørur og 14 prosent hava veitt nýggjar tænastur.

[px-graph-3]

Fleiri tøl um nýskapan finnur tú í hagtalsgrunninum. Hagtølini fevna millum annað um slag av fígging til nýskapan, samstarv um nýskapan og umhvørvislig árini av nýskapan.

Fyritøkur, sum nýskapa 

Fyritøkur, sum nýskapa, bjóða eina nýggja vøru ella tænastu. Tær kunna eisini hava ment  ella eru í gongd við at menna eina nýggja vøru ella tænastu ella nýggja arbeiðsgongd. Nýskapan fevnir eisini fyritøkur, sum hava framt ella keypt gransking og menning.

Háttalag
Hagtølini eru gjørd í samsvari við altjóða ásetingum hjá Eurostat og Oslo-handbókina um nýskapan. Hetta tryggjar, at tølini kunnu samanberast við samsvarandi hagtøl úr øðrum londum.
Dáturnar eru savnaðar við spurnakanning, ið er send øllum fyritøkum við fleiri enn 10 starvsfólkum. Kanningin verður gjørd annaðhvørt ár.

Hagtalshópur

Samlaða talið av fyritøkum, sum eru fevndar av kanningini.

Vinnugrein

Vinnugreinabýtið er skipað eftir NACE-vinnugreinabólkingini hjá Eurostat. Sambært Oslo-handbókini um nýskapan eru vinnugreinarnarA Landbúnaður, skógrøkt og fiskiveiða, I Gisting og matstovuvinna og N Umsitingarligar o.l. tænastuveitingar ikki egnaðar til altjóða samanberingar.

PX Web Graph News