Fólkatal
12. feb 2025
Knapt 54.700 fólk búðu í Føroyum við ársbyrjan — vøksturin var 0,5%

Við ársbyrjan búðu 54.684 fólk í Føroyum. Fólkatalið vaks við 292 fólkum, ella einum hálvum prosenti, í 2024. Vøksturin var minni enn í 2023, tá hann var 0,7%.

Fólkavøksturin, sum tók dik á seg í 2014, náddi toppin á sumri í 2019, tá umleið 900 fólk løgdust afturat í einum 12-mánaðarskeiði. Síðan tá er fólkavøksturin spakuliga minkaður, og nú tykist stígur vera komin í. Síðani juni í fjør hevur fólkavøksturin fyri hvørt tólv mánaða tíðarskeið ligið um eitt hálvt prosent. 

[px-graph-1]

Burðaravlopið metlítið

Í 2024 vóru 586 børn fødd - tólv fleiri enn í 2023. Í 2024 doyðu 446 persónar, og tað vóru 33 fleiri enn í 2023. Burðaravlopið, sum er munurin millum fødd og deyð, var bara 140 í 2024. Tað er minsta burðaravlop fyri eitt kalendaraár síðan 1985, sum er fyrsta uppgerðarár. 

Umleið 1.500 fólk fluttu til Føroya í 2024 - knapt 250 færri enn í 2023. Umleið 1.350 fluttu úr Føroyum í 2024 - knapt 200 færri enn árið fyri. Av tí at tilflytingin minkaði meir enn fráflytingin, gjørdist nettoflytingin minni í 2024 enn í 2023. Nettoflytingin er munurin millum til- og fráflyting. 

Burðaravlopið og nettoflytingin fyltu á leið hvør sína helvt av fólkavøkstrinum í 2024. 

ff

Fólkatalsbroytingar seinastu fimm árini

Myndin niðanfyri vísir, hvussu mong eru fødd, deyð og hava flutt til og úr Føroyum seinastu fimm árini. 

[px-graph-2]

Færri flytingar

Trendarnir í myndini niðanfyri vísa mánaðarligu gongdina í til- og fráflytingini. Gev gætur, at síðstu seks mánaðirnir í trendinum skulu takast við fyrivarni, tí teir ikki hava fult dátugrundarlag.

Myndin vísir, at gongdin í bæði til- og fráflytingini hevur verið minkandi fyri hvønn mánað, og gevur ábendingar um, at tilflytingin minkar meir enn fráflytingin. 

[px-graph-3]

Fleiri fødd og deyð

Trendarnir í myndini niðanfyri lýsa gongdina í føði- og deyðatalinum. Gev gætur, at síðstu seks mánaðirnir í trendinum skulu takast við fyrivarni, tí teir ikki hava fult dátugrundarlag.

Trendurin fyri føðitalið gevur ábending, at støðugt minkandi gongdin í føðitalinum nú er vend til ein vøkstur. Somuleiðis eru ábendingar um, at gongdin í deyðatalinum er vend.  

[px-graph-4]

Stórur vøkstur í Sjóvar og Skálavíkar kommunu

Talvan niðanfyri vísir fólkatalið í kommununum við tilhoyrandi bygdum 1. januar 2024 og 2025.

Tær fimm kommunurnar við størsta fólkavøkstrinum í 2024 vóru Tórshavnar, Nes, Runavíkar, Sjóvar og Skálavíkar kommuna. Samanborið við fólkavøksturin árið fyri, hava Sjóvar og Skálavíkar kommuna yvirhálað Klaksvíkar og Eysturkommuna á listanum yvir fimm kommunurnar við størsta fólkavøkstri í 2024. 

Fólkaríkastu kommunurnar eru tær somu sum áður, nevniliga Tórshavnar, Klaksvíkar, Runavíkar, Eystur og Vága kommuna.

[px-graph-5]

Fólkatølini eru ein mánað afturút
Orsøkin til, at fólkatølini eru ein mánað afturút, er at seinkingar eru í skrásetingunum, serliga flytingar, har fleiri verða skrásettar eftir at uppgjørdi mánaðurin er liðugur. Fyri at fáa tær flestu rættingarnar við, verður bíðað ein mánað, so at uppgerðin verður so rættvísandi sum gjørligt.

Stutt um fólkatølini
Fólkatalið er øll fólk, sum sambært Landsfólkaskránni eru skrásett at búgva í Føroyum.
Hagtøl um fólkatalið fevna um øll, sum eru skrásett at búgva í Føroyum, har tey eru lýst við føðidegi, kyni, føðistaði, ríksborgaraskapi, borgarastøðu, upplýsingum um møguliga tilflyting og fráflyting, innlendis eins og millum Føroyar og útlond.

Stutt um trendin
Trendurin lýsir rákið í fólkatalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í fólkatalinum.

PX Web Graph News
Viðm.: Uppgjørt fyrst í mánaðinum
Viðm.: Gev gætur, at síðstu seks mánaðirnir í trendinum skulu takast við fyrivarni, tí teir ikki hava fult dátugrundarlag.
Viðm.: Gev gætur, at síðstu seks mánaðirnir í trendinum skulu takast við fyrivarni, tí teir ikki hava fult dátugrundarlag.
Viðm.: Uppgjørt fyrst í mánaðinum