Fólkatal
10. apr 2025
Knapt 54.800 fólk búðu í Føroyum 1. mars — vøksturin var 0,6%

1. mars búðu 54.784 fólk í Føroyum. Fólkatalið vaks við 334 fólkum, ella 0,6 prosentum, seinastu tólv mánaðirnar. Vøksturin var minni enn í undanfarnu tólv mánaðunum, tá hann var 0,7 prosent.

Fólkavøksturin, sum tók dik á seg í 2014, náddi toppin á sumri í 2019, tá fólkatalið vaks við umleið 900 fólkum ella 1,8 prosentum uppá eitt ár. Síðan tá er fólkavøksturin støðugt minkaður niður í ein triðing, og seinastu tólv mánaðirnar vaks fólkatalið við 334 fólkum, sum svara til 0,6 prosent. Burðaravlopið og nettoflytingin fyltu á leið hvør sína helvt av vøkstrinum seinasta árið. 

[px-graph-1]

Burðaravlopið og nettoflytingin minka

Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð. 

Fólkavøksturin seinasta árið kom av einum burðaravlopi á 159 og eini nettoflyting á 175 fólk. Tá hesi mátini verða sett í mun til fólkatalið, svarar tað til eitt burðaravlop á 2,9 børn fyri hvørji 1.000 fólk, og eitt nettoavlop á 3,2 fólk fyri hvørji 1.000 fólk. Bæði burðaravlopið og nettoflytingin vóru minni enn frá 1. mars 2023 til 1. mars 2024. Tá var burðaravlopið á 3,0 og nettoflytingin á 3,7 fyri hvørji 1.000 fólk.

Sí fleiri tøl í talvuni niðanfyri.

mars

Færri flyta

Trendarnir í myndini niðanfyri vísa mánaðarligu gongdina í til- og fráflytingini. Gev gætur, at síðstu seks mánaðirnir í trendinum skulu takast við fyrivarni, tí teir ikki hava fult dátugrundarlag.

Trendurin fyri flytingarnar gevur ábending um, at gongdin í tilflytingini ikki minkar eins nógv og áður, meðan minkandi gongdin í fráflytingini heldur fram. 

[px-graph-3]

Fleiri fødd

Trendarnir í myndini niðanfyri lýsa gongdina í føði- og deyðatalinum mánað fyri mánað. Gev gætur, at síðstu seks mánaðirnir í trendinum skulu takast við fyrivarni, tí teir ikki hava fult dátugrundarlag.

Trendurin fyri føðitalið gevur ábending um, at gongdin í føðitalinum, sum hevur verið spakuliga minkandi síðan 2020, er vend til ein vøkstur, meðan gongdin í deyðatalinum er meira støðug.  

[px-graph-4]

Fólkatalið í kommununum 

Seinasta árið vaks fólkatalið í 18 av teimum 29 kommunum. Størsti vøksturin var í Tórshavnar, Nes, Runavíkar, Sjóvar og Skálavíkar kommunu. Í teimum kommununum vaks fólkatalið serliga í Tórshavn, á Strondum, Á Toftum, í Saltangará og í Skálavík. 

Fólkatalið minkaði í níggju kommunum og var óbroytt í einari. Størsta minking var í Vágs, Sunda og Eiðis kommunu. Sí fleiri tøl í talvuni niðanfyri, sum vísir fólkatalið í kommununum við tilhoyrandi bygdum 1. mars 2024 og 2025. 

[px-graph-5]

Fólkatølini eru ein mánað afturút
Orsøkin til, at fólkatølini eru ein mánað afturút, er at seinkingar eru í skrásetingunum, serliga flytingar, har fleiri verða skrásettar eftir at uppgjørdi mánaðurin er liðugur. Fyri at fáa tær flestu rættingarnar við, verður bíðað ein mánað, so at uppgerðin verður so rættvísandi sum gjørligt.

Stutt um fólkatølini
Fólkatalið er øll fólk, sum sambært Landsfólkaskránni eru skrásett at búgva í Føroyum.
Hagtøl um fólkatalið fevna um øll, sum eru skrásett at búgva í Føroyum, har tey eru lýst við føðidegi, kyni, føðistaði, ríksborgaraskapi, borgarastøðu, upplýsingum um møguliga tilflyting og fráflyting, innlendis eins og millum Føroyar og útlond.

Stutt um trendin
Trendurin lýsir rákið í fólkatalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í fólkatalinum.

PX Web Graph News
Viðm.: Uppgjørt fyrst í mánaðinum
Viðm.: Gev gætur, at síðstu seks mánaðirnir í trendinum skulu takast við fyrivarni, tí teir ikki hava fult dátugrundarlag.
Viðm.: Gev gætur, at síðstu seks mánaðirnir í trendinum skulu takast við fyrivarni, tí teir ikki hava fult dátugrundarlag.
Viðm.: Uppgjørt fyrst í mánaðinum